Tutl sær møguleikar í fløgusølu til útlandið

Á hvørjum ári selir Plátufelagið Tult einar 1000 fløgur til fólk í útlandinum, men potentialið er nógv størri, um fólk bara visti um tónleikin

Plátufelagið Tutl hevur í nógv ár selt føroyskar fløgur til útlandið. Hóast marknaðurin ikki hevur verið øgiligur, hevur plátufelagið trúliga røkt hendan marknað.
Talan er um einar 1.000 fløgur, sum á hvørjum ári verða seldar til útlandið úr sølubúðini hjá Tutl, sum nú fyrst og fremst fer fram á internetinum.
? Vit selja einar 1000 fløgur um árið, men tað kundi verið nógv meira, um fólk bara visti um tónleikin, heldur Kristian Blak, stjóri hjá Tutl.
? Men vit hava ikki ráð at marknaðarføra okkara tónleik, sum tey stóru plátufeløgini gera, og tí mugu vit gera vart við okkum á annan hátt ? fyrst og fremst við at fara út at spæla á konsertum. Eg kundi ynskt mær at sæð, hvat hevði hent, um vit veruliga marknaðarførdu føroyskan tónleik uttanlands, sigur hann.

Støðug framgongd
Plátufelagið Tutl varð stovnað í 1997, og felagið hevur síðani verið ein drívmegi í føroyskum tónleiki. Tutl hevur givið fløgur út øll árini, og í løtuni eru fleiri enn 200 útgávur hjá plátufelagnum til sølu.
Seinastu 10 árini hevur talið á útgávum ongantíð verið færri enn 15 um árið. Higartil í ár eru komnar júst 15 fløgur út, men einar fýra afturat eru á veg, og onkur teirra kemur helst út áðrenn ársskiftið.
? Vit hava ikki givið so nógvar fløgur út í ár, sum vit gjørdu í ár, og upplagið í ár hevur heldur ikki verið tað sama. Men 2003 var eisini eitt óvanliga gott ár, og tað er eingin orsøk til at stúra fyri tað, um sølan er eitt sindur minni í ár. Menningin er støðug og fer at halda fram, sigur Kristian Blak.

Tað loysir seg at fara út
Sølan av føroyskum fløgum til útlandið fevnir um sera nógvar ymiskar útgávur, men tað eru nøkur nøvn, sum fram um onnur selja væl. Hesi eru serliga Týr, Eivør, Spælimenninir og Yggdrasil.
Felags fyri hesi nøvn eru, at tey hava øll spælt nógv í útlandinum, og tað er nakað, sum veruliga kann gera mun.
? Skulu føroyingar selja til útlandið, so mugu teir eisini út at spæla á konsertum. Vit hava fleiri ferðir upplivað, at tað ber til at selja hundraðtals fløgur á eini konsertferð, sigur Kristian Blak.
? Tað ger ikki so stóra mun, at ein bólkur fer uttanlands til eina konsert, men teir, sum veruliga eru úti um seg og eru tað javnan, selja fløgur til útlandið, sigur hann.

Fjølbroytt søla
Umframt tey, sum fara á konsert fyri føroyskum tónleikarum í útlandinum, og har fáa áhuga fyri at ogna sær eina fløgu, eru tað eisini onnur, sum keypa fløgur frá Tutl.
Føroyingar í útlandinum keypa eitt sindur av fløgum, og so eru tað tey, sum á ein ella annan hátt kenna Føroyar, til dømis tí tey hava verið á vitjan í Føroyum. Tað er eisini ein bólkur, sum keypir fløgur frá Tutl.
? Tað er í grundini ótrúligt, hvussu nógvar ymiskar fløgur verða seldar til útlandið. Tað eru summar fløgur, sum tú als ikki hugsaði um skuldu selja, sum útlendingar av og á keypa. Fólk hava so ymiskan áhuga, og tí er sølan eisini sera fjølbroytt, hóast tað eru nakrir bólkar, sum selja væl meira enn hini, sigur Kristian Blak.

Ber til at selja meira
Kristian Blak heldur, at skulu føroyingar selja fleiri fløgur til útlandið, so verða teir noyddir at fara uttanlands at spæla.
? Vit skulu royna at fáa fleiri bólkar til útlandið at spæla. Tað er ein góður og gevandi máti at gera vart við føroyskan tónleik. Tað ræður eisini um at liggja fram við at verða spældur á útlendskum útvarpsrásum, tí tað kann eisini skapa ein eftirspurning, sigur Kristian Blak.
At fara undir nakað miðvíst marknaðarátak uttanlands, er púra óhugsandi fyri Tutl, tí fíggjarliga orkan er als ikki til tað.
? Skuldu vit lýst við føroyskum tónleiki í til dømis Svøríki, so hevði tað kosta so nógv, at vit skulu selt einar 10.000 fløgur bara fyri at fingið kostnaðin innaftur, sigur Kristian Blak.
Í løtuni er vegurin fram langur, men tað er gjørligt at selja nógv fleiri føroyskar útgávur til útlendingar, um føroyskur tónleikur gera meira vart við seg á ymiskan hátt sum er ráðiligur fyri føroyingar.