Í ár 2006 varð eitt gitið egg sett uppí Jody Blake, sum er úr Gloucesterhire. Hon føddi ein son, kallaður Ruben. Fyri sjey vikum síðan kom so lítlasystirin, Floren.
Útlendsk bløð skriva, at faktiskt er Floren ikki lítlasystir, men tvíburasystir, Ruben, tí hon er eitt úrslit av tí, sum hendi í 2006.
Pápin at børnunum, Simon Blake, sigur við Daily Mail, at børnini, sum eru fødd við fimm árum ímillum, eru tvíburar.
- Fólk gerast ógvuliga kløkk, tá tey síggja børnini, og tað er stuttligt at síggja, hvørjar reaktiónirnar eru.
Sambært mammuni, Jody, heldur Ruben tað vera ógvuliga spennandi at vita, at systirin hevur ligið í einum frystiskápi.
- Ruben heldur tað vera stuttligt, at Floren hevur ligið í einum frystara saman við chipsi og høsnarungum, sigur Jody Blake.