Seksti - trýss - 60!. So mong ár hava Gunnar Streymoy og Per Aakjær tilsamans verið í starvi í Sparikassanum.
Per, sum er leiðari á roknskapardeildini, og Gunnar, sum leiðir vinnu-lívsdeildina, byrjaðu sama dag. Hetta var tann 8. oktober 1973, og tað ber í sær, at vestmenningurin og tvøramaðurin kunnu halda 30 ára starvsdag hesa vikuna.
»Her hevur verið gott at vera«, siga teir báðir, sum eru fullsamdir um, at góðir starvsfelagar og spennandi avbjóðingar innanhýsis eiga størstu æruna av, at teir hava hildið seg til Sparikassan í 30 ár.