Hóast Neistin eigur ovaru liðini á stigatalvuni, so var tað Kyndil, sum bookaði sær atgongumerki til hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini í hondbólti.
Bæði kvinnur og menn vunnu nevnliga á bláu favorittunum í gjárkvøldið.
Hjá kvinnunum endurtók Kyndil sigurin í landskappingini. Hesa ferð við 29-24, og eins og fyri trimum vikum síðani, so var uppskriftin hart arbeiði og stríðsvilji.
Tað var tað eisini hjá Kyndilsmonnum, sum vunnu sín dyst 35-30. Har leikaði leingi javnt á, men í seinna hálvleiki togaði Kyndil seg frá Neistanum.
Ójavnt kappingarár
Mansliðið hjá Kyndli hevur havt eitt sera trilvandi kappingarár higartil, men í gjárkvøldið vunnu teir so fyri aðru ferð móti bláu grannunum, so kanska hetta er ein ábending um at Kyndlaliðið er við at rakna við aftur. Livst so spyrst.
Kyndil liggur á einum fimta plássi og hevur 8 stig fyri 11 dystir, heili 7 stig upp til annað finaluplássið, ið Neistin liggur á í løtuni, við 15 stigum.
Næsti dystur hjá teimum grønu verður 19. januar, og tá verður tað gamli arvafíggindinVÍF, ið kemur á vitjan. VÍF liggur í løtuni á einum fjórða plássi við 11 stigum, og uttan iva verða vestmenningar rættuliga uppsettir at vaska lemjandi ósigurin í gjárkvøldið av sær.
Kvinnurnar kempa
Kvinnuliðið hjá Kyndli, hevur eins og mansliðið havt eitt sera ójavnt kappingarár, og higartil hava tær vunnið sær 7 stig fyri 11 dystir. Tær liggja á einum fimta plássi í Sunset-kappingini, og eins og hjá monnunum eru tað sjey stig upp til annað finaluplássið. Tað situr Neistin á við 14 stigum fyri 9 dystir, so tað er ein fittligur teinur upp til finaluna, og um Kyndil skal náa hesum, mugu tær byrja at vinna sær nakrar dystir. Fyrsti møguleikin tær fáa, verður 19. januar, tá – eins og hjá monnunum- VÍF kemur a vitjan
Dystirnar í tølum:
Kyndil-Neistin (menn) 35-30 (17-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson 12, Josef Abrahamsen 6 (2), Hans Áki D. Christiansen 4 (1), Hjalti Jacobsen 4, Hanus Johansen 4, Janus E. Sørensen 3, Ken Zachariasen 1, Rani Ellingsgaard 1.
Neistin: Karl Herup Olsen 6, Roar Dalsgarð 6, Áki Mørk 4 (1), Tróndur Kragesteen 4, Dann Torleivson 4, Ljugoslav Djumic 3, Karl O. Rasmussen 2, Johan Brekstein 1.
Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 1
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 5
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
Kyndil-Neistin (kvinnur) 29-24 (13-10)
Málskjúttar:
Kyndil: Lina Andriulyte 7, Jacklyn Djurhuus 7 (2), Tordis Tróndarsson 5, Randi Wardum 5 (2), Ronja Mikkelsen 3 (1), Barbara Egilstrøð 1, Hildur Høghamar 1, Bjørg Syderbø 1.
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8 (2), Ása á Neystabø 6 (2), Anja Heinadóttir 4, Elin Staksund 2, Rakul Augustinussen 2, Katrin á Neystabø 1, Ása Christiansen 1.
Brotskøst: Kyndil 6, Neistin 6
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen