Hondbóltur
Bæði fyrstudeildarliðini hjá Neistanum vóru í Runavík mikukvøldið, har tey skuldu takast við tey bæði tjaldraliðini.
Á pappírinum vóru bæði liðni favorittar at vinna, og eftir fyrra dystin ? tann hjá kvinnunum ? bendi einki á, at hetta stóð til at vika. Kvinnurnar vunnu tryggan sigur, og í veruleikanum var ongantíð spenningur um, hvønn veg dysturin skuldi koppa.
Spennandi hjá monnunum
Var talan um avgreiðsluspurning hjá kvinnunum, so máttu menninir hjá Neistanum striðast væl meira fyri síni stig.
At byrja við gekk javnt á, men seinastu løtuna av hálvleikinum fór Tjaldur avstað, og høvdu tí eina fýra mál stóra leiðslu í steðginum.
Seinna umfraið royndi Neistin at toga aftur, og eftir knøppum korteri høvdu teir vunnið seg upp á javnt.
Hóast heimaliðið eisini svaraði aftur, so megnaði Neistin tó at leggja seg fram um, og fáar minuttir undan leikloki avgjørdu teir dystin við tveimum tøttum málum. Tjaldur fekk minkað munin niður í eitt mál, men nóg mikið varð hetta ikki.
Fyri Neistan merkti sigurin, at teir framvegis hava stutt tjóður í bæði Kyndli og StÍF, sum eru kappingarneytarnir í stríðnum um silvur- og bronsukrónurnar.
Harafturat hava neistamenn tann fyrimun, at teir nú hava verið í Runavík, tí eftir øllum at døma verður hetta so avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva framyvir. Avrikini hjá Tjaldri eru batnað støðugt, og tá enn ein útlendskur leikari kemur í næstum, kann væl verða, at uppgávan verður enn torførari.
Dystirnir í tølum
1. deild kvinnur
Tjaldur-Neistin 14-25 (5-12)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic5(2), Beinta Joensen 5, Kristina Ellingsgaard 2, Heidi Jacobsen 2, Turið La,mhauge 1
Neistin: Annika Thomsen 9, Susan Brockie 5, Birita Wardum 4, Mildrid Jacobsen 2, Katrin á Neystabø 2, Ata Høgnadóttir 1, Súna Mørk 1, Kerstin Rasmussen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, Neistin 3
Útvísingar: Tjaldur 1, Neistin 1
Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Ragnar Simonsen
1. deild menn
Tjaldur-Neistin 23-24 (13-9)
Málskjúttar:
Tjaldur: Mortan Hansen 6, Zoran Sarcevic 6(3), Sverri Justinussen 4, Jens Martin Knudsen 3, Arnfinn Langgaard 3, Tummas Magnussen 1
Neistin: Ári Rouch 5(2), Rene Müller 5, Áki Mørk 5(1), Ræni Slættanes 3, Jákup Sverri Kass 2, Jacob Jónsson 2, Ragnar Zacharissen 1, Helgi Justinussen 1
Brotskøst: Tjaldur 3, Neistin 3
Útvísingar: Tjaldur 4, Neistin 1
Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Ragnar Simonsen