TB-Mjølnir 2-1
Flogbóltskappingin í ár verður øðrvísi enn hon var í fjør. Tað er úrslitið av fyrsta leikumfari í meistaradeildini hjá kvinnum.
Meistararnir úr Mjølnir spældu á Tvøroyri um vikuskiftið, og har taptu tær fyrsta dystin á árinum. TB dróg longra stráðið í einum sera spennandi og til tíðir jøvnum dysti, sum endaði 2-1 til TB.
Tað var TB, sum byrjaði best. Tær fingu bukt við klaksvíkskvinnum beinanvegin, og tað endaði við, at Mjølnir vann fyrsta sett í fyrra hálvleiki 21-17. Mjølnir so líkt lótu tær hetta ikki sita á sær, og tær bardu seg inn aftur í dystin. Tær vunnu annað sett í fyrra hálvleiki við 21-15, og fingu harvið rætt til tiebreak um fyrra hálvleik. Hendan vann Mjølnir 7-5, og sostatt vóru tær á odda í steðginum.
Gongdin frá fyrra hálvleiki helt fram í øðrum, tá Mjølnir frá byrjan setti seg á tvørágentur. Tær endurtóku bragdið frá øðrum setti, og vunnu 21-15. Nú skuldu útlitini~ verið til, at Mjølnir byrjaði ári í ár, sum tær endaðu tað í fjør, nevniliga við at vinna, men soleiðis skuldi tað ikki ganga.
Tvørágentur tóku seg saman, og í einum sera jøvnum setti vunnu tær sær rætt til tiebreak í øðrum setti. Tiebreakin um seinna hálvleik vann TB við 7-4, og nú skuldi dysturin avgerast í einum setti upp í 15.
Her var tað, at TB gjørdi eina langa søgu stutta. Tær løgdu trýst á Mjølnir frá byrjan, og við góðum og effektivum servum vunnu tvørágentur 15-6, og harvið dystin 2-1.
Venjarin fær æruna
Sum vera man, var frøin á Tvøroysi sera stór, tá tað umsíðir eydnaðist at vinna á Mjølnir, og hesaferð er æran tilskrivað nýggja venjaranum Kasper Skov Nielsen.
Hann tók við sum venjari á Tvøroyri stutt undan hesum kappingarárinum, og hóast hann ikki hevur havt best ynskiliguumstøður, so eydnaðist tað honum kortini at vinna á meistarunum í fyrstu »almennu« royndini.
Av teimum trimum liðunum, sum TB hevði í fjør, er bert tað eina eftir, og av teimum átta leikarunum, sum í fjør leiktu á fyrsta liði, eru bert fýra eftir.
Kortini var liði styrkt leygardagin, tí Guðrið Nolsøe, sum lesur í Odense og tí eisini spælir har, var heima til konfirmatión og tí var hon við á liðnum. Hon er nú ikki hissini styrkur at hava við, tí m.a. var hon ein av teimum, sum vann gull á Oyggjaleikunum seinasta summar.
Annars hevur TB fingið tveir danskar leikarar við á liðið í ár. Venjarin »eigur« sjálvur aðra, meðan hin er konan hjá fyrrverandi TB-málverjanum Per Strøm, sum er flutt til Tvøroyrar.
Tær hava báðar spælt flogbólt í Danmark og eru tí góður styrkur at hava á TB liðnum.
Venjarin hjá TB er úr Århus, og er fult útbúgvin DGI venjari, og hevur eisini verið venjara instruktør hjá DGI, hóast hann bert er 28 ára gamal.
Mjølnir bíðar
eftir venjaranum
Hjá Mjølni var hetta ikki ætlanin. Marjun Kalsø sigur, at tær fóru suður um Skopunarfjørð eftir øllum stigunum, men tað miseydnaðist. Tove Riksfjord er júst løgd undir skurð, og tí var hon ikki við. Anna Jacobsen var heldur ikki við, og tí mátti Mjølnir út eftir leikarum.
Kortini heldur Marjun Kalsø, at tær skuldu verið nóg væl fyri at vunnið, og hon heldur eisini, at javni dysturin gevur eina ábending um hetta.
Annars heldur Marjun Kalsø ikki, at hesin ósigurin er tann heilt stóri skaðin, tí talan var um fyrsta dystin á árinum.
Venjingarumstøðurnar í Klaksvík hava ikki verið í topp heldur. Ætlanir hava verið um ein venjara til Mjølnir, men av ymiskum ávum hevur hetta drigið út.
Tó er málið komið so langt, at Mjølnir væntar at kunna »presenterað« tann 25 ára gamla jugoslavan Borko Ilic innanfyri eina góða viku. Tá væntar Marjun Kalsø, at ferð kemur á venjingina í Klaksvík.
Men fyribils má Mjølnir góðtaka at liggja niðast í stigatalvuni, tí tær taptu fyri TB á Tvøroyri.