Minnisbrot
Tað er ongin sum ivast í, hvønn týdning teir trolararnir, ið vit vanliga kalla kubatrolararnir, hava havt fyri samfelagið.
Tað eru 30 ár síðani at teir komu til landið og øll hesi árini hava teir ført eina last fyri og aðra eftir av dýrabarum fiski til lands, so tað er ikki lítið, teir hava lagt afturat samfelagsbúskapinum hesi árini.
Men nú eru teir slitnir og eigarnir eru so smátt farnir at hugsa um at skifta teir út.
Fyrsta úrslitið av hesum ætlanum sóu vit beint fyri jól, tá ið tveir nýggir trolarar komu til Føroyar stutt fyri jól og afturfyri fara tríggir av kubatrolarunum úr flotanum.
Nú hetta hendir, kundi tað verið áhugavert at trivið eitt sindur í søguna hjá hesum bátum og um upprunan til, at teir yvirhøvur komu til landið, tá ið teir vórðu keyptir í 1973.
Knút Nolsøe var undangongumaður at fáa teir til Føroyar og vit hava spurt hann, hvussu tað bar til, at føroyingar fóru tvørtur um Atlantshav, líka til Kuba, at keypa ein heilan flota av trolarum.
?Ja, upprunaaliga var endamálið ikki at teir skuldu brúkast til fiskiskap.Endamálið var at teir skuldu brúkast í oljuvinnuni, tí longu tá vóru tað føroyingar, sum hugsaðu um oljuvinnuna, tó at tað ikki er fyrrenn nú hesi seinastu árini, at tann vinnan av álvara hevur sligið ígjøgnum her heima, sigur hann.
Oljuhavn á Tvøroyri
Tá ið kubatrolararnir vórðu keyptir, var Knút Nolsøe tekniskur leiðari á Skipafelagnum.
?Tað, sum hendi, var, at bretska oljufelagið , Total Oil, sendi Skipafelagnum fyrispurning fyri at vita, um tað hevði áhuga at átaka sær uppgávuna at verða útgerðarfelag hjá vaktarskipum hjá boripallum norðaliga í Norðsjónum.
?Tá var oljuvinnan ikki so vælkomin vinna, sum hon er nú. Tvørturímóti var støðan nógva staðni tann, at fiskivinnan stríddust við hond og fót ímóti oljuvinnuni, tí stúrt var fyri dálking.Samstundis vóru fiskivinnuáhugamálini sterk í Bretlandi og tí hevði Total Oil stórar trupulleikar at fáa atløgupláss og aðrar sømdir, bæði í Bretlandi og í Hetlandi.
? Sostatt komu teir hendavegin at vita, um hetta var ein uppgáva, sum føroyingar kundu átaka sær.
Knút Nolsøe sigur, at í tí sambandinum høvdu Total Oil hugsað sær at brúkt Trongisvágsfjørð sum oljuhavn.
? Á Tvøroyri var stórur áhugi fyri tí. Men tá ið málið varð lagt fyri Landstýrið var tað blankt afturvíst at gera oljuhavn í Føroyum.
?Teir gjørdu púra greitt, at tað skuldi onki oljuvirksemi til Føroyar.
Knút Nolsøe sigur, at hetta var í samljóði við góðan fiskivinnupolitikk tá á døgum og kanska vóru føroyskir myndugleikar eisini bangnir fyri at koma til ilnar við skotar og hetlendingar.
Men hann leggur afturat, at fyrispurningurin frá Total Oil hevði so ført við sær, at Skipafelagið hevði fingið áhugað fyri hesum slagi av vinnu, sum tá nevndist ?offshore? og sum nú nevnist frálandavinna og tað eydnaðist eisini at koma uppí ymsastaðni.
Fingu tilboð um níggju skip
?So hendi tað í 1973 at at eitt tilboð kom frá eysturtýskarum um at keypa níggju skip, sum lógu í Havana. Talan var um systurskip, sum vórðu smíðað í Rosslau í Eysturtýsklandi í 1970 og sum kubanarar skuldu hava.
Men ósemja tók seg upp ímillum kubanarar og eysturtýskarar um skipini. Kubanarar skyldaðu uppá, at skipini kundu ikki brúkast til fiskiskap, men veruleikin var, at tað var stórt fiskaloysi undir Kuba tá og tí vóru teir komnir í dýrastu neyð av skipunum og sostatt høvdu tey ligið fyri akker á vágni í Havana líka síðani tey vóru smíðað, uttan nakrantíð at vera komin í vinnu og uttan nakrantíð at vera komin undir kubanskt flagg.
? Orsøkin til fiskaloysið var, at ein jarðskjálvti í Meksikoflógvanum hevði stygt fiskin burtur og tí drógu teir svart.
? Samráðingar vóru so við eysturtýskarar um keyp og tað endaði so við at vit fingu sáttmála um øll níggju skipini.
Fyrrverandi tekniski leiðarin á Skipafelagnum sigur, at tað, sum hugsað varð um, var at útvega felagnum eitt bein afturat at standa á afturat vanliga farmaflutninginum og at brúka skipini sum vaktarskip í frálandavinnuni í Norðsjónum, men annars at brúka føroyskar havnir til støð hjá hesum skipum og tað vóru tað avgjørt møguleikar fyri.
? Men so høvdu skipini eisini mjølverksmiðju umborð og tað var eisini ein møguleiki, vit ætlaðu at royna, so tað vóru tvinnandi endamál við keypinum, tó at oljuvinnan var tað, sum taldi mest.
Úrslitið av tí var, at Knút Nolsøe og Oddur Niclasen sáli, ella Oddur á Skipafelagnum, sum hann vanligavarð nevndur, fóru yvir til Kuba at hyggja at skipunum.
? Eftir at hava royndarsiglt tað eina skipið, góvu vit teimum eitt endaligt tilboð og tað var at yvirtaka skipini í Havana uttan nakra sum helst trygd og uttan nakra útbetaling, og at sigla tey til Føroya. Fíggingina av søluni avgreiddu týskarar.
Knút Nolsøe heldur seg minnast, at avdráttartíðin bleiv 12 ár og rentan var 7% um árið.
-? Men afturfyri vóru skipini bílig. Sjey av skipunum kostaðu ikki meiri enn tvær milliónir fyri hvørt skipið. Áttanda skipið kostaði nakrar hundraðtúsund krónur og tað níggjuna skipið kostaði uppaftur nakað minni ? men tað mátti eisini sleipast til Føroyar.
Knút Nolsøe sigur, at skipini vóru í góðum standi, eisini skrokkarnar. Tó vistu teir, at royndirnar við tí motorslagnum, sum var í teimum, vóru ikki góðar.
? Men alt var nýtt og óbrúkt so vit væntaðu, at tað var brúkiligt, serliga tá ið ætlanin í mesta mun var at brúka tey sum vaktarskip hjá boripallum, har tey ikki skuldi sigla so nógv.
Knút Nolsøe sigur, at tað var ikki heilt váðaleyst at fara til Kuba at avgreiða keypið, tí Danmark hevði kvett alt diplomatiskt samband við kommunistalandið.
Harafturat vóru skipini ikki tryggað. Tað eydnaðist tó at fáa skipini tryggjað í einum enskum felag, men treytin var, at Knút skuldi vera ábyrgdarmaður teirra á Kuba og at hann ikki fór úr landinum, fyrrenn skipini vóru í altjóða sjógvi á veg til Føroyar.
?Vandin var tann, at ósemjan ímillum kubanarar og Eysturtýskarar skuldi føra við sær, at kubanarar løgdu uppí og forðaðu skipunum at fara og tí mátti eg vera eftir.
Men tað hendi so ikki og skipini komu heim í øllum góðum.
Kubatrolararnir vórðu upprunaliga nevndir Cutter 1,2,3 o.s.fr.
Tá ið teir komu undir føroyskt flagg, fingu teir allir fuglanøvn. Nøvnini, teir fingu, vóru Gorpur, Grælingur, Havhestur, Munkur, Skarvur, Stelkur, Skrápur, Skúgvur og Trastur.
Flaggaðu við føroyskum flaggi
Hann sigur at hann sat í Kuba í eini tvey samdøgur, men kubanarar vóru bæði blíðir og tíðir.
?Eg fekk ein eldri norðmann, sum var norskur konsul í Kuba og hann hjálpti mær nógv at fáa samband við røttu fólkini og yvirhøvur var hann ógvuliga góður í ávikum.
Knút minnist eisini, at hann hevði 10 føroysk fløgg við sær, eitt til hvønn av teimum níggju bátunum. Tað 10. flaggið fekk hann hendan gamla norska konsulin at hongja út av vindeyganum á norska konuslátinum at heilsa skipunum, tá ið tey stevndu út av Havana undir føroyskum flaggi.
Konsulátið lá soleiðis fyri, at haðani var gott útsýnið yvir víkina.
?Men meðan vit flaggaðu á konsulátinum, kom løgreglan rennandi at vita, hvat tað var fyri flagg, vit flaggaði við. Vit greiddu teimum frá støðuni og so var alt í lagi.
Knút Nolsøe sigur, at tá ið hann fór yvir til Kuba, setti hann Skipafelagnum eina treyt og tað var at í Føroyum skuldi skipini fyrst leggja at á Tvøroyri, tí sjálvur var hann tvøramaður og tað vildi hann hava.
Sostatt kom allur flotin inn á Tvøroyri.
? Tað er ikki á hvørjum degi, at níggju skip koma til landið í senn og tað var eisini ein stórur dagur á Tvøroyri.
?Teir dagarnar gekk hálv bygdin við havanasigar og okkurt gott var eisini at skola niður við, treyðugt so, sigur Knút Nolsøe.
Dovnaði burtur
Hann sigur, at tað gekk ein tíð, so komu skipini í drift sum vaktarskip og har vóru tey eina tíð.
?Men Landsstýrið vildi framvegis ikki, at útgerðarkip, sum høvdu trupulleikar í Skotskum og hetlendskum havnum, skuldi sleppa til Føroyar ístaðin.
Og sostatt dovnaði hendan vinnan burtur.
?Tá ið oljuvinnan uttanlands fekk varhugan av, at hon var óynskt í Føroyum, fór hon eisini at missa áhugan fyri okkum og vildi tí ikki so væl gera sáttmála við føroysk feløg longur. Sostatt sovnaði tann føroyska oljuvinnan, sum tá var, burtur ? og oljufeløgini fóru til Noregs ístaðin og bygdu eina frálandavinnu við vaktarskipum upp har.
Men spell heldur Knút Nolsøe tað verða, tí tá vóru seks ella sjey av kubaskipunum í oljuvinnuni. Einir 14 mans vóru knýttir at hvørjum skipi og teir vóru 12 dagar úti og 12 dagar heima.
Samstundis var sáttmáli við Flogfelag Føroya um at flúgva manningar ímillum Føroyar og Hetland og Orknoyggjar, har oljuøkini vóru, so talan var um eina hampiliga stóra vinnu, sum avgjørt hevði ein búskaparligan týdning. Men tað datt alt niðurfyri, tá ið politiski myndugleikin í Føroyum vendi oljuvinnuni bakið.
Nakað seinni varð felagið Beta sett á stovn og bátarnir fóru so í tað felagið og síðani hava teir verið fiskiskip burturav, men nú er tíðin hjá teimum við at vera farin.