Í kvøld klokkan 19.15, møtir føroyska A-landsliðið hjá monnum Kekkia á útivølli í Brno. FM1 hevur eisini beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum, sum eisini kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Kekkia er liðið, sum er hægst styrkismett í bólkinum, men Kekkia tapti mikudagin við einum málið fyri Russlandi. Føroyar taptu 25-21 í Kiev í Ukreina og hava síðani ferðast til Brno.
- Tað er tvørligt at ferðast í bólki í hesum døgum við masku, testing og skjølum at útfylla, men okkara eru komnir fram til Brno í øllum góðum, skrivar Hondbóltssambandið.
Sunnudagin spæla Føroyar og Ukraina í Høllini á Hálsi klokkan 18.00. Hetta er fyrsti altjóða skrásetti heimadysturin hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum í fýra ár, sum verður spældur í Føroyum. Føroyar hevur til hesa EM-undankappingina fingið undantak, at hýsa manslandsdystum í Føroyum nú koronastøðan hevur gjørt so avbjóðandi at hýsa dystum.
FM1 fer í kvøld at hava studiofrásøgn frá landsdystinum millum Kekkia og Føroyar. Sjúrður H. Hoydal verður vertur og viðmerkjari verður Andrias Eriksen.