Tvøroyrar Býráð sagt Almannastovuna upp

Tvøroyrar Býráð hoyrdi onki aftur frá Almanna- og Heilsumálastýrinum og tí er sáttmálin um Almannastovuna nú sagdur upp.

 

Nú er grundarlagið undir Almannastovuni n í Suðuroy farið at rilla.

Tvøroyrar Býráð vil ikki longur vera við til at betala so nógv fyri Almannastovuna í Suðuroy, sum býráðið hevur gjørt higartil.

Av tí sama hevur býráðið nú sagt sáttmálan um Almannastovuna í Suðuroy, upp.

Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað var í 1976, at sáttmáli varð gjørdur ímillum landsstýrið og allar kommunurnar í Suðuroy, uttan Vágs Kommunu, um at leggja Almannastovuna í Suðuroy. Í 1995 kom eisini Vágs Kommuna upp í avtaluna.

Eftir avtaluni betalir landið lønirnar til starvsfólkið á Almannastovuni, men kommurnar betala allar hinar rakstrarútreiðslurnar, eitt nú hølisútreiðslur, ljós, varma, telefon o.s.fr.

?Síðani er parturin hjá hvørjari kommunu trektur beinleiðis av kommunuskattinum, uttan at kommunan hevur havat nakra sum helst ávirkan. Harafturat hevur mannagongdin verið tann, at upphæddin fyri alt árið er tikin beinanvegin, fyrst í januar á hvørjum ári.

Harafturat eru útreiðslurnar ógvuliga nógv hækkaðar í seinastuni. Í fjør var parturin hjá Tvøroyrar Kommunu av rakstrarútreiðslunum hjá Almannastovuni í Suðuroy 88.000 krónur, men í ár er upphæddin meiri enn tvífaldað upp í 174.000 krónur.

? Hetta er hent, uttan at kommunan hevur fingið eitt einasta orð at vita um, hví útreiðslurnar eru so nógv hækkaðar.


Almannastovan søgd upp

Tvøroyrar Býráð góðtekur ikki hesa mannagongd longur og tað góðtekur heldur ikki uttan víðari, at kommunan skal betala fyri at hava almannastovu í Suðuroy.

? Vit halda ikki, at vit eiga at betala fyri, at almannastovan skal vera í Suðuroy. Heldur ikki góðtaka vit, at vit onki fáa at vita og at vit onga ávirkan skulu hava.

Býráðið samtykti tí einmælt herfyri at krevja nýggjar samráðingar við Almannna- og Heilsumálastýrið um almannastovuna í Suðuroy.

Býráðið ásannaði at tað var so trupult at fáa svar frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, at tað kravdi at fáa svar áðrenn 18. september um samráðingarnar.

Men 18. september bað Almanna- og Heilsumálastýrið um at fáa tveir dagar afturat.

Tann freistin var úti hósdagin, men tað hoyrdist onki aftur. Tí hevur Tvøroyrar Kommuna nú sagt sáttmálan við Almannastovuna upp.

Sáttmálin er sagdur upp frá 1. oktober at rokna, so frá hesum degi betalir Tvøroyrar Býráð ikki longur fyri at hava Almannastovu í Suðuroy