Tvøroyrar kommuna keypir býráðshús

Tvøroyrar Kommuna hevur samtykt at keypa húsini, sum umsitingin heldur til í frá Føroya Banka

Kommunal umsiting

Tvøroyar Kommuna fær nú sítt egna hús til umsiting.
Umsitingin hjá kommununi hevur í mong ár hildið til í leigaðum hjá Føroya Banka á Tvøroyri, men nú er ætlanin at keypa húsið, sum liggur beint við høvuðsvegin, mitt á Tvøroyri.
Eftir leigusáttmálanum, hevur Kommunan forkeypsrætt til húsið og tað er hesin forkeypsrættur, sum býráðið nú hevur samtykt at brúka.
Kommunan hevur goldið góðar 100.000 krónur í leigu fyri húsið um árið, men húsið fæst til keyps fyri góðar 600.000 krónur og tí heldur Býráðið at tað loysir seg betri at keypa húsið.
Á býráðsfundi herfyri samtykti býráðið at játta eina eykajáttan upp á 600.000 krónur til endamálið.
Á einum øðrum býráðsfundi herfyri varð annars umrøtt at flyta umsitingina hjá býráðnum inn í heilsølubygningin hjá Poul Hansen inni á Hvítanesi, tá leigumálið við Poul Hansen gongur út seinni í ár.
Finnleif Guttesen sigur, at tann tankin er ikki endaliga sleptur enn.
? Men vit halda at tað loysir seg betri at at keypa húsið fyri 600.000 krónur, heldur enn at betala 100.000 krónur um árið í leigu og tí keypa vit tað, sigur Finnleif Guttesen.

Størri kirkjugarð
Býráðið hevur fer nú eisini at gera kirkjugarðin størri. Kirkjugarðurin er við at vera fullur og tískil er neyðugt at útvega honum meiri pláss. Ætlanin er tí at taka eitt stykki eystanfyri uppí kirkjugarðin afturat. Stykkið er um 20 metrar breitt í fullari longd oman og niðan og 300.000 eru settar av á fíggjarætlanini hjá kommununi.