Avskipingar
Tann nýggja siglingarleiðin hjá Samskip kemur sambært upplýsingar at hava avskiping av Havnini hósdag seinnapart. Hetta merkir at føroyskir útflytarar av feskfiski framvegis leita eftir einari loysn til avskiping sum liggur fyrr í vikuni, eitt nú mánadag.
Verandi avskipingar hjá Skipafelagnum Føroyar, sum annars í løtuni umhugsar at taka upp aftur avskiping mánadag, eru fylgjandi:
»Simona« fer mánadag av Havnini, týsdag úr Klaksvík, týskvøld úr Runavík og mikumorgun av Tvøroyri, við beinari kós til Hirtshals har hon er frammi fríggjamorgun; síðani verður lastað og út á seinnapartin verður siglt upp aftur til Føroya so skipið er á Runavík seint sunnukvøld.
»Blikur« og »Lómur« fara av Havnini fríggjakvøld við kós móti Scrabster í Skottlandi har tey leggja at leygarkvøld; haðani verður farið til Hirtshals har komið verður týsmorgun. Síðani eru skipini í Fredericia mikudag, í Hundested hósdag, og aftur í Hirtshals fríggjadag. So skjótt liðugt er at lasta og taka fríggjadag seinnapart verður siglt til Føroya. Fyrsta føroyska havn komið verður til er Tvøroyri og hetta er vanliga sunnudag ella sunnukvøld, alt eftir hvussu veðrið hevur verið. Tá liðugt er lossað verður farið til Havnar har lagt verður at tíðliga mánamorgun; seinnapartin sama dag er komið til Klaksvíkar og týsmorgunin til Runavíkar har ligið verður fram til hósdag. So verður farið suður til Tvøroyar og haðani seint um kvøldið ella náttina til Klaksvíkar; fríggjamorgun verður tikið ímóti í Klaksvík og síðani verður siglt til Havnar á middegi. So er aftur tíð til at avskipa fríggjakvøld.
Út frá hesum er forskjótingin hjá Suðuroynni í mun til avskipingina fríggjakvøld í mesta lagi tveir-tríggir tímar.
Hjá Smyril Line verður farið av Havnini hóskvøld soleiðis at Norröna er í Lerwick fríggjamorgun haðani hon leggur leiðina til Bergen har hon leggur at fríggjakvøld. Kósin verður síðani sett móti Hanstholm har ferjan er frammi leygarmorgun. Síðani verður lagt avstað aftur móti Bergen seinnapartin og Norröna er í Bergen sunnumorgun, í aftur í Lerwick sunnudag og á Havnini mánamorgun; seinnapartin sama dag verður so farið á Seyðisfjörðin har lagt verður at týsmorgun. Mikukvøld verður farið av Seyðisfirði og Norröna er aftur á Havnini hósdag. Og so er klárt til næstu rundu.
Eimskip hava tvey skip í sigling um okkara leiðir og tey sigla umleið somu rutu: Hósdag úr Reykjavík og fríggjadag av Eskifirði við kós móti Tórshavn. Leygardag verður farið av Havnini so skipið er frammi í Rotterdam mánadag, í Hamburg týsdag, í Aarhus hósdag, í Göteborg fríggjamorgun og Oslo (Frederiksstad) fríggjadag, og aftur á Havnini sunnudag.
Eimskip hevur eisini eina aðra linju sum siglir millum Island, Kanada og USA.