Tvøroyri knýtir vinabond við tveir oljubýir

?Tvøroyrar Býráð fær fleiri útlendskar vitjanir í næstum

Tað er einki dulsmál, at Tvøroyrar Býráð sær tað sum eina av sínum høvuðsuppgávum at brynja seg til tað komandi oljuvinnuna.

Býráðsformaðurin hevur ferð eftir ferð sagt, at eftir hansara meting er tað oljuvinnan, sum skal bjarga oynni undan beinleiðis avtofting, nú útlitini fyri at skapa fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni tykjast at verð mestsum ongi.

Og sigast kann ikki annað, enn at Tvøroyrar Býráð spælir upp á allar streingir fyri at standa so sterkt sum gjørligt.

Eitt er, at teir hava bjóðað Tvøroyri fram sum oljuhavn.

Eitt annað er, at stóra, danska felagið, Danbor Service, hevur gjørt av at leggja oljuhavn á Tvøroyri.

Eitt triðja er, at vinnulívsfólk í kommununi í sínari tíð stovnaði Tvøroyrar Oljuvinnuráð (TOR) sum skuldi arbeiða fyri at styrkja vinnulívið til at virka í oljuvinnuni.

Seinasta stigið í hesari menningar-tilgongdini hjá Tvøroyrar Kommunu varð almannakunngjørt á Býráðsfundi týskvøldið.

Tí tá varð upplýst, at Tvøroyri fer nú at knýta vinabýarsamstarv við tveir útlenskar oljubýir, ein í Danmark og ein í Noregi.

Í Noregi er talan um Sola, har 100.000 fólk búgva.

? Sola liggur heilt uppat Stavangri, størsta oljubýi í Noregi, og ein partur av oljuvirkseminum í Stavangri røkkur eisini inn í Sola Kommunu.

M.a. er ein oljuhavn í Sola, upplýsti Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri á fundinum.

Hann helt, at Tvøroyrar kommuna kanska kundi fáa eitt sindur meiri burturúr at knýta seg til Sola, har tað, hóast alt, ikki búði so nógv fólk, sum í Stavangri.

Í Danmark er talan um Esbjerg, sum er størsta oljuhavn har á leiðini.

Tað er eisini í Esbjerg, at Danbor Service, sum fer at gera oljuhavn á Drelnesi, heldur til.

Páll Vang duldi ikki fyri, at Tvøroyrar Býráð sær hetta sum ein góðan møguleika at ogna sær vitan og íblástur og nakrar royndir frá tveimum stórum oljubýum í Norðurlondum, sum kunnu koma Tvøroyrar kommunu til góðar í tí komandi oljuvinnuni.


Fleiri vitjanir

Í Sambandi við tey nýggju vinabýarsambondini hjá Tvøroyrar Býráð, verður ikki sørt av virksemi í næstum.

Nú beinanvegin kemur borgarstjórin í Sola til Tvøroyrar at vitja saman við manninum.

Tey skulu vera á Tvøroyri á Jóansøku og mánadagin skal Býráðið hava fund við tey. Norsku borgarstjórahjúnini fara avstað aftur mikudagin.

Týsdagin fær Tvøroyri eisini aðra vitjan úr Noregi. Tað er í sambandi við framsýningina hjá ?Stavanger Sjømuseum? í Havn, at norðmenn koma á Tvøroyri við trimum skipum týsdagin á miðdegi, Tey koma til Føroyar um Hetland.

Farið verður víðari til Havnar mikumorgunin.

Og í august mánaða kemur borgarstjórin og vinnumálastjórin í Esbjerg til Tvøroyrar at vitja tann nýggja vinabýin. Í tí sambandinum fer vinnumálastjórin at halda fyrilestur fyri Oljuvinnuráðnum um ymisk vinnulig viðurskifti.

Og fyri at nevna eina ?oljuvitjan? afturat á Tvøroyri kann nevnast, at mikumorgunin var ein sendinevnd hjá risastóra oljufelagnum, Texaco á Tvøroyri á kunningarferð, har teir m.a. hevði fund við Tvøroyrar Býráð um ymisk viðurskifti.

Texaco er komið hendavegin, tí í sambandi við eina møguliga oljvinnnu hava teir brúk fyri plássið í Føroyum og tað er ætlanin, at teir skulu leiga á oljuhavnini hjá Danbor Service á Drelnesi. Á Tvøroyrar Býráð verður sagt, at umboðini fyri Texaco vóru sera væl nøgd við umstøðurnar á Tvøroyri sum heild til oljuhavn.