Tvørrandi tign á tingi!

Kai Vágfjall
kv@post.olivant.fo

Gerhard Lognberg
Eg lurti sum oftast eftir Tingvarpinum, tá eg komi til hús seinrapartar. Ein dagin eg tendraði fyri Tingvarpinum fyri nøkrum vikum síðani, stóð sjálvglaða umboð Javnaðarfloksins í Sandoynni og breiddi seg út, sum ikki einaferð. Tað skuldi eitast at verða viðgerð av onkrum, sum hevði við fjølmiðlar at gera. Sum ikki einaferð dugdi hesin tingmaður ikki at halda seg til málið, men fór at svína ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum út, tí hesin hevði funnist at løgmanni, og vildi hava føroyska merkið at veittra uttan fyri føroysku sendistovuni í Reykjavík.
Tað var eyðsæð, at fyri hendan fívil var tað líka feitt, um tað føroyska merkið yvir høvur veittrar í Reykjavík ella ei. Eg hugsaði við mær, at tað er nógv fyri, at ein slíkur drumbur loyvir sær at finnast at heiðursmanninum Poul Mor. Um Gerðard Lognberg bara hevði avrikað ein promillupart av tí, ið Poul Mohr hevur avrikað, so hevði staðið væl til. Ongin átala frá formansskapinum - ikki eitt orð!

Kjartan Joensen
Haldi tað var í fjør, at Kjartan Joensen, eisini av tingsins røðarapalli, loyvdi sær at finnast at almennum starvsfólkum, uttan at hesi høvdu nakran møguleika at verja seg, og uttan átalu frá formansskapinum. Tey vóru løgd undir at skulka, at spæla sjúk, og at brúka falskar læknaváttanir. Hóast heilir tríggir læknar sita á tingi, var tað eingin av teimum, sum vísti hesum uppáhaldi aftur. So er tað at ein spyr hví?
Tað kemur ikki Kjartani til hugs, at nakað eitur flekstíð og heldur ikki hugsar hann um, at hann sjálvur og hansara samgonga hevur gingið á odda at skerja almenna økið, bara fyri at halda okkurt vallyfti, við tíð úrsliti, at tey sum eftir eru á arbeiðsplássunum hava verri tíð at taka telefonirnar, ella eru farin heim vegna sjúku ella strongd, tí tey mugu átaka sær størri arbeiði. Enn einaferð svav formansskapurin!
Kanska kundi Kjartan greitt okkum frá, hvar hann og aðrir eru, tá vit hyggja eftir Tingvarpinum, tí tingsalurin er sum oftast tómur. Eg má bara spyrja, skulka teir? Ganga teir og mala millum húsini í Havn ella hvat?

Jenis av Rana
Tá viðgerðin av 266b-málinum varð á tingi á sinni loyvdi formaður Miðfloksins sær at halda eina røðu fyri áhoyrarunum, sum vóru í tingsalinum – og so á fremmandum máli. Heldur ikki her lat formansskapurin við seg koma! Hetta man verða eindømi í løgtingssøguni. Hesin flokkur hevur stríðst fyri at hava rætt til at jagstra, háða og happa ein minniluta her í landinum, eisini av tingsins røðarapalli, við tí úrsliti, at ein ungur samkyndur maður varð illa viðfarin og meinslaður. Síðani hevur hesin harðskapur smittað av, við tí úrsliti, at ein ungur maður við døkkari húð varð álopin og skammfarin.

Óli Brechman
Fyri nøkrum árum síðani loyvdi stavnamaður Folkafloksins at kalla Strandferðsluna fyri eitt rottureiður, og varð hetta meint við starvsfólkini. Hetta hendi av tingsins røðarapalli, og heldur ikki her kom nøkur átala frá formansskapinum.
Í dag er Fólkaflokkurin við at flyta hetta ”rottureiður” til Suðriar fyri at bjarga umboði teirra nakrar atkvøður til komandi val, alt meðan ”rotturnar” rýma av skútuni. At tað so gongur út yvir
lagnuna hjá yvir tjúgu starvsfólkum har hevur ongan týdning fyri hendan flokk. Menniskjalig atlit er hesin flokkur ikki kendur fyri at taka.

Tinggáttin
Hesir ómannsligu menn missbrúka tingsins røðarapall til at spilla fólk út, væl vitandi, at teir eru vardir av órini, og at formansskapurin ikki letur við seg koma. Eg skrivi menn, tí tær fáu kvinnur, sum sita á tingi, duga fólkaskikk, og eru tær tí ikki fevndar av hesi atfinning.
Eg skal ikki nevna fleiri nøvn, men málburðurin og tosingarlagið hjá nógvum ting- og landsstýrismonnum er undir alt lágmark og svarar als ikki til ta tign, sum ein krevur av einum ting- ella landsstýrismanni. Ofta hevur verið tosað um, hvussu lág tinggáttin er í fluttari merking, men sum tað nú sær út, er hon við at hvørva heilt, og formansskapurin ger einki fyri at hevja hesa tign.