Við fimm málum á rað hevði VÍF togað seg fram um Kyndil, tá bara fáir minuttir vóru eftir av finaludystinum leygadagin.
Seinastu løtuna fekk heimaliðið tó aftur takið, og so máttu Liljan Djurhuus og liðfelagarnir ásanna, at gullið ikki verður teirra í ár.
– Vit klára ikki at halda fast, tá vit fáa útvísingar móti dystarenda, sum kosta okkum øgiliga dýrt. Og so fær Simona hasa bæði málini, sum avgera dystin, helt Liljan, tá vit fingu orð á hana eftir dystin.
Hon helt ikki, at tað var so nógv, sum tær hjá VÍF kundu gjørt øðrvísi.
– Tað eru serliga útvísingar, sum kosta. Tá verða vit ein færri, og vit hava brúkt øgiligar kreftir til at koma aftur í dystin.
Og sæð yvir tveir dystir. Er tað so í lagi, at tað nú er Kyndil, sum stendur við FM-gullinum?
- Tú fert væl ongan tíð at siga, at tað er í lagi at tapa. Men tær hava so vunnið báðar finalurnar, og eg skal sjálvandi ynskja teimum tillukku við FM-heitinum, segði Liljan Djurhuus.