Allir føroyingar kunnu nú fara til Grønlands at arbeiða, uttan at skula verða skattaðir í báðum londum. Somuleiðis, sum grønlendingar eisini kunnu koma til Føroya at arbeiða undir somu treytum.
Hetta er greitt eftir at londini bæði fyrradagin skrivaðu undir ein tvískattasáttmála.
Tað vóru Karsten Hansen, landsstýrismaður fíggjarmálum, og grønlendski landsstýrislimurin í búskaparmálum, Josef Motzfeldt, sum skrivaðu undir avtaluna í Igaliku í Suðurgrønlandi.
Tvískattasáttmálin kemur í gildi 1. januar í 2001.
Var bert fyri sjómenn
Síðani í áttatiárunum hava føroyingar og grønlendingar bert havt eina skattaavtalu, ið hevur verið galdandi fyri sjómenn.
Hendan avtalan innibar, at føroyskir sjómenn, sum vóru búsitandi í Føroyum, kundu vinna sær pening við grønlendskum skipum uttan at skula rinda skatt í Føroyum. Somuleiðis kundu grønlendskir sjómenn vinna sær pening við føroyskum skipum uttan at skula rinda skatt í Grønlandi.
Nýggja avtalan fevnir um allar borgarar og øll sløg av inntøkum. Sostætt kann ein vanligur føroyskur verkamaður búsitandi í Føroyum starvast í Grønlandi uttan at skula rinda skatt í Grønlandi. Viðkomandi skal eftir nýggju avtaluni bert rinda skatt í Grønlandi.
Somuleiðis kann ein grønlendingur gera tað sama í Føroyum.
Áðrenn avatalan fyri sjómenninar kom í lag, vóru sjómenn noyddir at gjalda skatt í báðum støðum, og førdi hetta við sær, at fleiri teirra fluttu av landinum til Grønlands.
Gjørdur uttan um Danmark
Tvískattasáttmálin millum Føroyar og Grønland er gjørdur beinleiðis millum Føroyar og Grønland, sum tveir sjálvstøðugar partar av skattaøkinum. Avtalan er ikki partur av nakrari danskari avtalu og heldur ikki partur av nakrari norðurlendskari avtalu.
Grønland hevur higartil ikki vilja verið við í felags tvískattaavtaluni millum Norðurlond. Grønland hevur bert havt slíka avtalu við Danmar, og hevur heldur ikki ynskt at gjørt avtalu við Føroyar fyrr enn nú.
Fyri nøkrum árum síðani samdust føroyingar og grønlendingar um eina neyðloysn á skattaøkinum. Men hendan avtalan hevur ikki virkað nóg væl.
Nýggja tvískattaavtalan skal eftir øllum at døma loysa allar kendar tvískattastøður millum londini bæði.
Hittast á hvørjum ári
Í sambandi við, at tvískattasáttmálin skuldi undirskrivast, hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við konu sínari, Gulbrit, verið á almennari vitjan hjá grønlendska landsstýrisliminum í búskaparmálum.
Landsstýrismenninir báðir hava nú avtalað, at teir skulu hittast á hvørjum ári at røða um politiskar og fyrisitingarligar spurningar á skattaøkinum.
Báðir landsstýrismenninir siga seg hava ynski um, at gjørda avtalan kann vera við til at fasthalda og styrkja samstarvið millum Føroyar og Grønland, eisini á øðrum økjum enn skattaøkinum.