Tvøst, spik, parkinsonisma og gransking

Enn havi eg ikki havt høvi til at lesa frágreiðingina hjá Pál Weihe, arbeiðsmedisinara, um miklu heilsuvandarnar, ið standast av at eta tvøst og spik. Tað er tí við líka so miklum fyrivarni, at eg loyvi mær at hugleiða eitt sindur um tey skriðuleypandi ‘breaking news’, ið upptaka allar kjøtetandi føroyingar í hesum døgum

Tað, vit hoyra og lesa í fjølmiðlunum, er sera áhugavert, men eisini skakandi, tí eingin eigur at ivast í, at kyksilvur er alt annað enn gott fyri fólk, og Pál Weihe hevur fyrr víst á, at kyksilvurnøgdin í føroyskum børnum er munandi størri í búfjøldum uttanlands, har tvøst og spik ikki verður etið. Spurningurin er um vit føroyingar nú í fleiri hundrað ár hava etið okkum frá lív og heilsu í tvøsti og spiki? Heilsuskaðiligu avleiðingarnar av kyksilvureitran eru sera álvarsamar, og Pál Weihe sigur, at tann skilligi títtleikin av parkinsonismu í Føroyum kemst av, at føroyingar eta grind. Fyri meg er meinbogin tann, at tær frágreiðingarnar, eg higartil havi fingið fatur í, av teimum Pál Weihe og aðrir hava lagt fram einans vísa eksponeringstíttleikin av kyksilvuri. Eingin ivi um, at kanningarúrslitini hjá Pál Weihe og øðrum, ið verða løgd fram í til dømis ‘Association between mercury concentration in blood and hair in methylmercury-exposed subjects at different ages’ (ScienceDirect, available online 31. october 2004), er fullgott grundarlag fyri at seta fram eina hypotesu um samanhangin millum kyksilvureksponering og parkinsonismutíttleikan í Føroyum, men prógv fyri, at eksponeringstíttleikin av kyksilvuri í sjálvum sær er orsøkin til títtleikan av parkinsonismu í Føroyum, kann ikki dragast burtur úr hesari ella álíkum kanningum. Sostatt má onkur nýggj kanning vera gjørd, sum prógvar, at ovurstóri títtleikin av parkinsonismu í Føroyum stavar frá at vit eta grind. Ta frágreiðingina havi eg tíverrri ikki fingið fatur á enn, men eg eri sera spentur uppá at lesa hana, tá ið eg fái hana. Kanska er tað er ein ‘case-control’ kanning? Og uttan iva hevur Pál Weihe í hesari kanningini tikið aðrar møguligar orsøkir til at parkinsonismu við? Áhugavert verður eisini at síggja hvussu kontrollbólkurin er funnin. Eitt aðalkrav er í hvussu so er, at kontrollbólkurin kemur úr einum samfelag, ið er líka so inngiftur sum føroyingar, og hann skal ikki hava etið grind. Tað verður avgjørt áhugavert at síggja hugsunnarsambandini.

Granskarar hava leingi haft illgruna um, at sjúkan kann vera íkomin av umhvørviseitran – millum annað av kyksilvuri, sinki og cadmium. Chisso Corporation kyksilvurgølan í Minamata í Japan og eitranin av sáðkorni í Irak í 1970’unum eru kend dømi um deyðiligu avleiðingarnar av kyksilvur- og pestisiddálking. Men sjúkan verður eisini hildin at vera arvalig. Seinastu árini eru fleiri genetiskar mutatiónir, ið elva til parkinsonismu, funnin. Um Pál Weihe hevur korrelerað møguliga arvaligheitina uppímóti tí faktum, at føroyingar hava tættari ættarsamband enn flestu aðrar búfjøldir, og hann kortini kann koma til ta niðurstøðu, at grundin til høga títtleikan av parkinsonismu í Føroyum bara stavar frá at eta grind, so hevur hann ikki gjørt minni enn eitt granskingarbragd burturav. Men um so er, at parkinsonisma kann vera arvalig, so er eisini sannlíkt, at hon er vanligari í Føroyum enn í samfeløgum, har ikki alt fólkið at kallað er av somu ætt. Og tað liggur nær at hugsað, at Pál Weihe hevur tikið kenda dømi um arvaliga parkinsonismu úr bygdini Contursani í Italia við í diskussjónina um dataviðger og granskingarhátt sín.

Men fyribils trúgva vit Pál Weihe. Kyksilvur er eitt frumevni, og hevur verið til líka so leingi, sum hvalur hevur verið til. Tað er sostatt ikki heilt av leið at meina, at hvalur allar tíðir hevur verið eitraður av kyksilvuri. Hvalur er eitt av teimum súgdjórunum, ið liggur á umleið sama menningarstøði sum menniskjan, um hugsað verður um anatomiina, so man ikki sentralnervasystemið hjá hvali og menniskja líkjast? Spurningurin er so, um vit vita nakað um, hvussu hvalur er ávirkaður av kyksilvureitranini? Kanska er hetta ein heldur torførur spurningur at fáa greiði, tí tað verður ringt at gera eina samanberandi retrospektiva gransking í hesum sambandi. Men kanska ein prospektiv gransking hevði lýst spurningin? Eg meini so við: um vit, ið eta tvøst og spik, fáa bæði parkinsonismu og aðrakálking, hvussu er so vorðið við hvalinum? Miðalaldurin hjá grindahvali er umleið 45 ár hjá honhvalinum og 60 ár hjá hannhvalinum. Hjá menniskjanum byrjar parkinsonisma vanliga um 50-60 ára aldur. Finst parkinsonisma hjá gomlum hannhvali? Hetta er kanska ein tápuligur spurningur. Og kortini – parkinsonisma elvir til eyðkendar broytingar í heilanum hjá fólki. Hevur nakar kannað, um líknandi broytingar eru at finna í heilanum hjá gomlum hannhvali?

Sum sagt – hetta vóru bara nakrar hugleiðingar. Men vit minnast enn, hvussu alt Europa fór upp á gos, tá ið BSE-sjúkan (neytaøði) varð tengd saman við BSE-sjúkuni hjá ungum bretum í 1990’unum. Eingin ivast í dag um, at politikararnir tá reageraðu við panikki. Nú hevur Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri boða frá, at hann fer at skipa fyri fundi millum politikarar og serfrøðingar um spurningin. Lat okkum vóna, at politikararnir ikki gera sama mistakið einaferð afturat. Latið okkum tyggja nýggja boðskapin hjá Pál Weihe við einum pístri av salti afturvið – fyri mær gjarna saltaða grind. Hevur Pál rætt, standa vit, ið hava rætta aldurin, ikki til at redda kortini. Og okkum nýtist ikki at bera ampa fyri børnum og ungum. Tey flestu av teimum eta ikki grind. Ung foreldur tora ikki at geva børnunum tvøst og spik. Tað bragdið ella vanlukkuna(?) hevur Pál eisini elvt til. Hinvegin tykist hugburðurin hjá mongum vera tann, at tað er bæði sunt og gott at børn okkara, í staðin fyri kyksilvureitraða grind, eta heming á seg í pitsa, burgarum, feittkókaðum høsnarungar – matvørur, ið eru fyltar við heilsuskaðiligum, kemiskum eiturevnum av øllum slag. Einasta ið líkist hvali av tí, tey eta, eru hesar hvalaskapaðu skúmfidusirnar við sjokulátuyvirdrátti. Í Kjakaríinum (Útvarpið tann 3. december) vildu Hans Pauli Strøm og Eyðgunn Samuelsen, løgtingslimur, vera við, at ongar matvørur, ið verða seldar í handlunum eru eitraðar, tí mørk eru sett fyri hvussu nógv eitur eigur at vera í mati. Hetta er ein tillagaður ‘sannleiki’. Vansin er tann, at mørkini fyri hvat ið kann koyrast av litingarevnum, matverndarevnum, smakkievnum og øðrum eitrandi kemikalium, verða sett av lobbyistum, ið umboða matframleiðararnar. Og tey liggja í mongum førum væl omanfyri tey mørkini, serfrøðingar mæla til. Er tvøst og spik heilsuskaðiligt, er ídnaðarframleidd føði tað ikki minni. Enn einaferð er líkt til, at summir politikarar taka støðu til hesar sannroyndir, treytað av hvør boðberin er. Vælgagnist okkum øllum.