Fótbóltur
Hendingin, sum øll tosaðu um í Gundadali leygardagin, mundi vera, tá Fróði Benjaminsen fekk reyða kortið frá Dagfinn OIsen. Miðvallarin hjá B36 og landsliðnum hevur ofta verið í eldinum fyri sítt harða - og kanska ikki altíð eins vakra - spæl, men í nógvar mátar tóktist, sum hevði kortið hesa ferð lítið hald í veruleikanum.
Fekk ein álboga
Sjálvur helt Fróði eftir dystin, at hann so ikki hevði gjørt nakað, sum var til reytt kort. Eisini hóast hann viðgekk, at hann burdi verið ov royndur spælari til at fara í holt við nakran nærdyst í slíkari støðu. Og tað tóktist í øllum førum, sum dugdi Ovi Magnussen væl at fáa sum mest burturúr, tá hann læt seg detta inni undir toftamálinum.
Eg fái ein álboga í búkin. Eg skal ikki standa her og siga, at Fróði gjørdi tað við vilja, men tað er so tað, sum hendir, og tí detti eg niður.
Eftir hetta fekk Ovi hópin av rópum, hvørja ferð hann fekk bóltin, og verjuspælarin viðgekk eisini, at hann kanska átti part av uppiborið.
Eg gjørdi tað kanska ikki betri sjálvur. Tá eg rann inn aftur á vøllin, rætti eg báðar tumlarnar upp móti B36-áskoðarunum, og tað skuldi eg sjálvandi ikki gjørt.
Men ávirkar tað ikki spælið, tá áskoðararnir so støðugt rópa á ein spælara? Fyri meg ger tað ikki nakað sum helst. Kanska heldur so, at eg verði meira tendraður, og tað var eisini ein orsøk til, at eg vildi taka brotssparkið. Tá fekk eg ein møguleika at svara áskoðarunum aftur, og eg var ongantíð í iva um, at eg fór at skora, sigur Ovi, sum annars harmast um, at teir mistu stig somikið seint í dystinum.
Tað er altíði harmiligt, tá mál kemur somikið seint. Sjálvur helt eg eisini, at vit høvdu fingið tamarhald á støðuni, eftir at B36 annars annars hevði trýst nógv. Og eg haldi eisini, at vit út frá hesum áttu eitt stig uppiborið. Teir høvdu kanska bóltin nakað nógv meria, men tá mest stóð á, so skaptu teir tó ikki so øgiliga nógv, segði Ovi