Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska U21-landsliðið til dystirnar móti Portugal og Hvítarusslandi, sum verða ávikavist 11. oktobur og 15. oktobur.
Tað eru tvær broytingar á í hópinum frá seinast. Poul Kallsberg er skaddur og í hansara stað er komin Emil W. Joensen úr EB/Streymi. Hann var eisini við til dystin móti Grikkalandi í Klaksvík seinast.
Mikkjal Hellisá bleiv úttikin seinast, men nú er Jákup Vilhelmsen blivin klárur aftur og hevur fingið pláss í hópinum. Ongin Samuel J. Chukwudi er við og helst er tað, tí hann hevur fingið afturval á A-landsliðnum. Spælarar sum Áki Samuelsen og Áki Johannesen eru skaddir.
##med2##
U21:
11. okt. Føroyar – Portugal (kl. 16:00 á Djúpumýru)
15. okt. Føroyar – Hvítarussland (kl. 17:00 á Tórsvølli)
Málverjar:
Ári í Haraldstovu Petersen, KÍ
Jóannes Davidsen, EB/Streymur
Verjan:
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Norra)
Børge Petersen, KÍ
Ási Dam, HB
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Jákup Vilhelmsen, (EB/Streymur)
Miðvøllur:
Noah Hans Mneney, HB
Aron J. Ellingsgaard, Víkingur
Heini F. Sørensen, Thisted (Danmark)
Ejvind R. Mouritsen, HB
Beinir Nolsøe, NSÍ
Emil W. Joensen, (EB/Streymur)
Jens Erik Bruhn, EB/Streymur
Álop:
Jørgen Nielsen, Víkingur
Olaf Bárðarson, Víkingur
Gutti Dahl-Olsen, B36
Leivur Fossdal Guttesen, HB
Venjari: Eyðun Klakstein og Atli Gregersen
##med3##