Dagstovnurin millum Bóla í Kollafirði hátíðarhelt í dag, at tvey starvsfólk hava merkisdagar. Bæði Nicolina Johansen og Jacobina Dam hava arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í 27 ár, og báðar eru tær úr Kollafirði.
Borgarstjórin, Heðin Mortensen, var á vitjan á dagstovninum, har Nicolina og Jacobina arbeiða. Hann helt stutta røðu og handaði teimum báðum viðurkenningar og gávur frá býráðnum.
Heðin takkaði fyri drúgva arbeiðið, sum tær báðar hava útint fyri Tórshavnar kommunu og vísti á, at kommunan leggur stóran dent á dagstovnaøkið, og at allir stovnarnir eru dagførdir og styðja undir námsfrøðiliga arbeiðið í dagsins samfelag.
Bæði starvsfólk og borgarstjórin fegnast eisini um, at farið verður undir at byggja nýggjan dagstovn í Kollafirði, sum fer at liggja við Botnánna. Tá verða pláss fyri 80 børnum á sama stovni.
Á dagstovninum millum Bóla ganga 18 vøggustovubørn og 17 barnagarðsbørn.