Nýggja heimasíðan hjá Útvarpi Føroya fór av bakkastokki í gjár, og hevur útsjóndin hjá útvarpinum á netinum nú fingið nýtt skap við nýggjum møguleikum.
Sum nakað nýtt er útvarpið eisini farið undir at leggja seg eftir tíðindaflutningi á netinum. Hetta er ikki nakað nýtt í fjølmiðlahøpi, men tíðindi hava fyrr ikki verið tøk á heimasíðuni hjá útvarpinum.
? Hetta er ein miðil, sum vinnur seg meira og meira fram, og hetta var eitt tilboð vit hava valt at geva lurtaranum, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri. ? At leggja tíðindi út á netið er bert ein náttúrligur partur í gongdini. Lurtararnir hava eisini partvís samband við okkum gjøgnum internetið, og nú geva vit teimum møguleikan at lesa tíðindi á netinum.
Ikki øll tíðindini, ið lisin verða, verða løgd út á netið. Tíðindi verða vald burturúr. Jógvan Jespersen sigur, at hetta gevur ikki útvarpinum nakað serligt eyka arbeiði, tí skipanin er øll ein basa, sum lagt verður út á.
Annars sær nýggja heimasíðan heilt snøgg út. Á vinstru síðu eru sendingarnar, sum tú kundi klikkja teg beinleiðis inn á tó burtur, kanska eitt sindur óheppið, men tó ikki so. Til ber framvegis at fara inn á heimasíðurnar hjá teimum einstøku sendingunum við at klikkja seg á "sendingar". Eisini ber til at lurta eftir útvarpinum beinleiðis á netinum, lurta eftir einstøkum sendingum, kunna seg um skránna, lurta eftir kunngerðum og nógv annað.