Men av tí at samgongustevið er sum tað er, var áðrenn tingfundin, ivasamt um meiriluti fór at vera fyri uppskotinum. Hevði uppskotið fallið, hevði grundarlagið undir samstarvsavtaluni við Sjálvstýrisflokkin helst verið burtur.
Henda støða gjørdi, at tað fyri allar partar var umráðandi, at eingin atkvøða manglaði í tinginum henda dagin. Tí gjørdi Edmund Joensen av at kalla varamann inn fyri seg, nú hann var burturstaddur í fólkatingsørindum.
Samgongan ikki fullmannað
Tá tingfundurin byrjaði, vóru andstøðuflokkarnir fullmannaðir (um vit rokna Sjálvstýrisflokkin uppí samgonguna), men hjá samgonguni manglaðu tríggir tinglimir, sum ikki høvdu kalla varamenn inn fyri seg. Sostatt bendir alt á, at málið hevði fallið, um tað kom til atkvøðugreiðslu. Men atkvøðugreiðsla bleiv eingin, tí málið bleiv útsett.
Eingin tingfundur hevur verið síðani 22. august, og næsti tingfundur verður ikki aftur fyrr enn 16. september. Tí er tað løgið, at mál mugu takast av skránni, tí at fólk ikki fáa møtt til henda eina tingfundin. Men tað løgnasta av øllum er, at ístaðin fyri at seta kikaran á hetta, so verður nú alt fokusið sett á lønina hjá Edmundi Joensen, tí hann hevði sett ein varamann í sessin henda dagin.
Hevði Edmund vita, at málið bleiv tikið av skrá, so kundi hann bara gjørt sum teir tríggir samgongulimirnir og latið sín sess staðið tóman. So kundi tingarbeiðið koyrt víðari – ella rættari sagt: slett ikki koyrt, og eingin hevði sagt nakað.
Skipanin
Skipanin við farloyvum í løgtinginum er soleiðis samansett, at ein tingmaður sum letur varamann koma á ting fyri seg, meðan hann er burturstaddur í privatum ørindum, missir sína løn til varamannin. Men fer ein tingmaður til dømis á ST-aðalfund, og letur varamann koma á ting fyri seg meðan hann er burturstaddur í politiskum ørindum, so fáa báðir løn. Tað er sjálvsagt eisini rímiligt, at tingmenn ikki missa lønina, um fráveran er partur av teirra politiska arbeiði.
Av eini ella aðrari orsøk er fólkatingsarbeiðið komið undir hesa skipanina við politiskum ørindum, hóast talan tá er um eitt lønt politiskt arbeiði. Hetta er ein skipan, sum ikki er íkomin nýliga, men hevur verið brúkt í nógv ár. Um skipanin eigur at verða broytt, kunnu vit sjálvsagt hava okkara meining um, men so leingi sum hon er galdandi, er hon galdandi.
Flyta fokus
Onkuntíð kann ein undrast yvir samanfallið í tíðindunum, sum verða borin her á landi. Tað undrar meg ikki so lítið, at Útvarpið fer at tosa um lønina hjá Edmundi Joensen akkurát tá vaktarskifti er í hinum føroyska fólkatingssessinum. Tann sum fer úr tí sessinum, hevur ikki sitið í løgtinginum, meðan hann hevur verið á fólkatingi, men tann sum kemur í sessin, ætlar at røkja báðar sessirnar samstundis. – Er hetta eitt tilvildarligt samanfall, ella er endamálið at flyta fokus?