Útvarpið gerst nú digitalt

Seinastu vikuna er studio fimm í Útvarpinum umbygt, og er so at siga øll útgerðin nú digital. Hetta er liður í tøkniligu menningi hjá Útvarpinum

Digitala kollveltingin hevur nú herja bæði her heima og úti í heimi í nøkur ár, og hetta hevur so havt við sær, at virkir og stovnar hava verið noydd at fremja alskyns íløgur, til tess at kunna fylgja við tíðini.


Lættir um arbeiðið

Í Útvarpinum hava tey eisini ásanna, at neyðugt er við moderniseringum á økinum, og tískil eru eisini teir farnir undir at skifta útgerðina, sum ymsu studioini hava.

Fyrsta studio, sum hevur fingið eina yvirháling, er væl kenda studio fimm, haðani so at siga allar tær beinleiðis sendingarnar verða varpaðar út.

Seinastu vikuna hevur verið arbeitt av fullum alvi, fyri at skifta alla útgerðina í rúminum út, og nú arbeiðið er liðugt, hevur útvarpið eitt av mest framkomnu studionum í danska kongaríkinum.

Hans Andor Johannesen greiðir frá, at hetta er fyrsti pulturin av sínum slag í danska ríkinum, og einans hin næsti í norðanlondum.

Fyrimunirnir við slíkum pultum eru nógvir, men fyrst og fremst merkir hetta, at arbeiði hjá tøkningunum gerst munandi lættari.


Fáir knøttar

Tey, sum hava sæð ein av vanligu pultunum, hava helst bitið merki í, hvussu nógvir ymsir knøttar eru, sum tøkningarnir skulu halda skil.

Á nýggja pultinum eru hesir knøttar so at siga horvnir, men er tað ístaðin ein telda, sum stýrir hesum. Sjálvsagt skal teldan hava eina rúgvu av upplýsingum, um hon skal rigga á nøktandi hátt, men eftir at hon hevur fingið hesar upplýsingar eina ferð, ber til at goyma allar innstillingar, soleiðis at tær kunnu heintast fram aftur eftir lítlari løtu.

Hetta er sjálvsagt ein stórur fyrimunur, tí á henda hátt kunnu tøkningarnir uttan stórvegis hóvasták sessast við pultin, og stilla alt inn, júst soleiðis sum teir vilja hava tað.

Tá vit í gjár tosaðu við Hans Andor, vóru teir í ferð við at royna sendiútgerðina, og eftir ætlan skuldi nýggja studio fimm takast í nýtslu í gjárkvøldið.

Heilt uttan afturhvarv er nýggja studio ikki, tí hóast meginparturin av útgerðini nú er digitaliserað, so eru framvegis bandupptakarar og plátuspælarar at síggja í studionum, tí enn eigur Útvarpið nakað nógv av bondum og vinyli.