Útvarpsgjaldið skal rindast

Maðurin, ið ikki vil rinda útvarpsgjaldið, tí hann sigur seg ikki hoyra Útvarp Føroya nóg væl, hevur fingið greið boð frá rættinum um at gjalda. Maðurin sigur seg fara víðari í rættin við málinum

 

? Eg fari framhaldandi at stríðast fyri hesum málinum, og eg ætli mær ikki at gjalda fult útvarpsgjald, so leingi eg ikki hoyri Útvarp Føroya, sigur Sigurd Johannesen.

Sigurd fekk í rættinum hósdagin boð um at gjalda útvarpsgjaldið. Dómarin segði seg ikki kunna fyrihalda seg til, at Sigurd sigur seg ikki hoyra útvarpið, men at dómarin má syrgja fyri, at lógin verður hildin.

Sigurd sigur, at hann fekk at vita frá rættinum, at um hann ikki rindar útvarpsgjaldið, so kann Útvarp Føroya taka pant í húsunum hjá honum.

Hóast hesar hóttanir hevur hann tó ongar ætlanir um at gjalda í bræði.

? Eg fari ikki at gevast við hesum málinum. Eg fari at stríðast til tann beiska enda, sigur Sigurd Johannesen.

Nú fer hann at gera vart við, at hann ikki hevur í hyggju at gjalda útvarpinum peningin, og so verður málið væntandi tikið upp í Føroya Rætti.

Sigurd hevur ikki havt nakran sakførara at hjálpa sær enn, men hann fekk at vita í rættinum, at tað er sera torført at klára seg uttan ein sakkønan løgfrøðing. Enn hevur hann ikki tikið støðu til, um hann fer at søkja sær hjálp hjá sakførara.

Sigurd sigur seg ikki vera bangnan fyri at fara í geglið, um tað kemur so langt.