Útvega skip til oljuvinnuna

LOJUVINNA: Skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum brynjar seg eisini út til eina møguliga oljuvinnu í Føroyum

 

? Í síðstu viku skrivaðu vit undir samstarvsavtalu við Seabrokers, sum er eitt av teimum leiðandi feløgunum í Noreg innan chartering av sypply-, standby- og vaktarskipum tl oljuvinnuna, sigur Álvur Mortensen á skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum.

Seabrokers eru eisini serkønir í keypi og sølu og nýbygging av skipum til oljuvinnuna.

Álvur Mortensen sigur, at hetta er fyrsta samstarvsavtala av hesum slag millum eitt føroyskt og útlendskt felag.

Seabrokers hevur høvuðssæti í Stavanger og hevur eisini skrivstovur í Aberdeen og Rio de Janeiro.

Felagið hevur longu verið inni á marknaðinum í Føroyum. Teir skipaðu millum annað fyri avtaluni millum Statoil og P/F Havborg Supply Services í Leirvík um at veita supplytænastu v.m. til boripallin »Sovereign Explorer« , sum borar á føroyskum øki. Skipini, sum verða nýtt til hetta endamál, eru »Havila Carisma« og »Havila Clever«.

Fleiri av teimum føroysku fiskiskipunum, sum seinastu árini hava verði leigað til vaktarskip í norskum og bretskum øki, hava eisini verði leigað ígjøgnum Seabrokers.

? Endamálið við samstarvinum millum Maretec og Seabrokers er at skipa fyri chartering av supply-, standby- og vaktarskipum til oljuvinnuna á føroyskum øki. Somuleiðis at skipa fyri keypi og sølu og bygging av skipum til oljuvinnuna. Herumframt verður eisini arbeitt við at leiga føroysk veitingar- og vaktarskip til uppgávur á norskum og bretskum oljuøki, sigur Álvur Mortensen.

Sum ein liður í hesum samstarvi fer umboð hjá Maretec í næstum á skeið til Stavanger fyri at seta seg meira inn í charterings viðurskiftini v.m. í samband við oljuvinnuna.