Anna av Reyni og Arngerð Mørk høvdu í gjár móttøku á Umlættingarheiminum í sambandi við, at tær hava verið starvssettar á heiminum í samfull 30 ár, t.v.s. nærum síðan byrjan.
Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri teimum báðum. Hon greiddi frá um sjálvt Umlættingarheimið og hevði eina heilsan til tær báðar.
- Tórshavnar kommuna ognaði sær hesi húsini longu tíðliga í sjeytiárunum. Fyri at bøta um stóra tørvin á ellis- og røktarheimsplássum, so læt Umlættingarheimið upp í 1986 - áðrenn tað var bara Ellisheimið til at hýsa eldri fólki í kommununi. Síðan tá er nógv broytt, segði borgarstjórin.
- Í dag hátíðarhalda tit starvsdagar hjá tveimum, sum so at siga hava verið við allan vegin. 30 ár eru ikki 30 dagar og vit fegnast altíð um at hitta trúføst starvsfólk, sum hava trivist í og elskað sítt arbeiði í so langa tíð, segði Annika Olsen.
Síðan handaði Annika Olsen gávu frá Tórshavnar kommunu til tær báðar.