Tveir bilførarar settu koyrikortið í vanda

Annar koyrdi fullur, hin koyrdi ov skjótt

 

Um hálvgum tvey tíðina í nátt tók løgreglan ein persón, sum varð skrivaður fyri at koyra 72 km/t í bygdum øki á Glyvrum. Tað fekk viðkomandi ein bót fyri, 2.500 krónur. Men viðkomandi fær eisini eitt klipp í koyrikortið.

Verri var hjá einum bilførarar í Havn. Løgreglan fekk í gjár klokkan 14:30 boð um, at ein drukkin persónur fór avstað við einum bili. Løgreglan kom á staðið og steðgaði bilinum. Tað vísti seg, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn, at maðurin var sjónliga ávirkaður. Hann varð handtikin, og blóðroynd varð tikin.

Løgreglan var eisini á ferð í Vágum í gjár, har hon gjørdi kanningar. Har vísti tað seg, at ein persónur varð tikin fyri at koyra bil uttan koyrikort, sum hann so fær revsing fyri. Men ikki nóg mikið við tí. Av tí at talan var um ein leigubil, so fær bilútleigarin eisini bót fyri lata einum persóni uttan koyrikort bilin. Tí tað er soleiðis, at bileigari, um hann lænir út ella leigar út ein bil, so hevur hann ábyrgdina fyri at tryggja sær, at viðkomandi, sum fær bilin, hevur koyrikort.