Tveir bronsudystir í morgun

Føroysku U 17 landsliðini hjá gentum og dreingjum skulu í morgun kappast um bronsuna í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

 

 

Gentulandsliðið skal klokkan 10 spæla ímóti Noreg, sum í gjár tapti sína hálvfinalu ímóti Finnlandi.

 

 

Klokkan 12 skal U 17 landsliðið hjá dreingjum spæla ímóti Svøríki, sum í gjár tapti ímóti Finnlandi.

 

 

Í bólkaspælinum vunnu føroysku dreingirnir 3 – 0 á Svøríki, meðan genturnar ikki hava møtt Noreg fyrr í kappingini.

 

 

Dystirnir kunnu síggjast beinleiðis á www.volleytv.dk

 

 

Í finaluni hjá gentunum eru annars Finnland og Danmark (klokkan 12.30), meðan dreingjafinalan verður ímillum Finnland og Noreg (klokkan 14.30)

 

 

Føroysku liðini verða aftur í Føroyum fríggjakvøldið.