Tað var ein heldur ivasamur heiður, sum Hans Jørgen Djurhuus fekk longu í fyrra hálvleiki av dystinum millum Víking og AB í fyrsta umfarinum av Effo-deildini.
Lesið eisini: Skuldi Hans Jørgen hava reyða kortið?
Her fekk Hans Jørgen nevnliga reytt kort sum fyrsti spælarin hetta kappingarárið, og revsingina fyri hetta hevur hann nú fingið. Nevnliga leikbann í tveir dagar. Sambært vegleiðingini hjá FSF fyri leikbann merkir hetta, at dómarin og FSF hava mett, at spælarin verður revsaður fyri harðligan atburð mótvegis mótstøðuspælara. Nakað sum Hans Jørgen sjálvur als ikki er samdur í.
- Sjálvur ivaðist eg í, um tað var fríspark, og eg hevði so als ikki rokna við einum gulum korti – tíansheldur einum reyðum. Eg vinni fyrst ein luftbólt, og fari síðani eftir returinum. Í nærdystinum missi eg balansuna, og eg meira ella minni detti inn á mótstøðumannin, og tað haldi eg ikki, at eg eigi eina somikið harða revsing fyri, sigur Hans Jørgen. Hann vísir tó á, at hvørki hann ella Víkingur síggja nakra nyttu í at kæra avgerðina.
Hetta merkir, at Víkingur má vera stríðsmannin fyriuttan, tá teir sunnudagin spæla útidyst í Klaksvík, og tá teir ljósabláu vitja í Gundadali hjá B36 tann 28. mars. Hinvegin er Sølvi Vatnhamar heima í Føroyum í løtuni, og hann er tí tøkur til teir báðar dystirnar.