Tveir føroyskir fangar í Danmark

Dagliga sita í miðal tveir føroyingar fongslaðir í Danmark. Teir vóru ikki skrásettir sum føroyingar á listanum, vit kunngjørdu í gjár. Verða teir tað, høvdu vit kortini framvegis ligið aftast á listanum við fækst fangum fyri hvønn íbúgva í heiminum

Í blaðnum í gjár, hósdagsblaðnum, kundu vit boða frá, at onga aðrastaðni í heiminum sita so fá fólk fangar sum í Føroyum. Hetta sigur ein kanning hjá International Centre for Prison Studies á King’s College í London, sum nýligani er kunngjørd.
Tá kanningin varð gjørd, sótu dagliga einans sjey føroyingar inni í miðal. Hetta talið varð síðani umroknað til 15, fyri at fáa tað at samsvara við hvussu nógvir føroyingar sótu inn fyri hvønn 100.000 íbúgva.

Støðugt tal seinast árini
Tað sum ikki framgongur á World Prison Population List, sum kanningin hjá International Centre for Prison Studies eitur, er, at føroyingar, sum fáa langtíðardómar, skulu til Danmarkar at sita, og verða teir bólkaðar saman við Danmark í hesi kanning og ikki Føroyum, sum teir í roynd og veru áttu.
Men hvussu nógvir føroyingar eru tað í veruleikanum, sum sita í Danmark?
Bent Jacob Hansen er varðhaldsleiðari, og hann sigur, at talið av føroyingum, sum sita inni niðri, er rættiliga lágt.
– Talið av føroyingum, sum sita inni niðri, hevur verið rættiliga støðugt seinastu árini, greiðir Bent Jacob Hansen frá. Sambært honum er talið í miðal eini tveir føroyingar.
– Tað eru tey, sum fáa oman fyri hálvtannað ára dóm, ið skulu niður at sita, og tey eru ógvuliga fá. Men so eru tað eisini nøkur, sum av ymsum orsøkum ynskja at sita dómin av niðri, og tað togar talið uppeftir, sigur Bent Jacobsen Hansen, varðhaldsleiðari.

Framvegis aftast
Verða føroyingarnir, sum sita niðri taldir saman við restini av teim føroysku innsettu á listanum, kemur samlaða talið so upp á níggju. Hetta hevði tó kortini ikki havt nakra ávirkan á endaligu støðu okkara á listanum, tí vit høvdu framvegis ligið aftast.
Tí verður nýggja talið umroknað, so kemur tað at liggja millum 18 og 19 føroyingar, sum sótu fongslaðir fyri hvønn 100.000 íbúgva. Tað er framvegis munandi færri enn Burkina Faso og Nauro, sum vóru okkum næst á listanum. Har sótu í miðal 23 fangar inni dagliga fyri hvønn 100.000 íbúgva.