Tveir fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan gjørdi á gjár ferðmátingar í Vágatunlinum

Ferðslupatruljan hjá løgregluni kannaði í gjár ferðina í Vágatunlinum, og har vóru tríggir bilførarar skrivaðir. Tveir vórðu máldir at koyra 107 km um tíman, og ein varð máldur at kyra 104 km um tíman. Men fyri at leggja uppfyri óvissu, so verða 3 prosent trekt frá tí, sum lasarin hjá løgregluni vísir. Og tað førdi til, at ein akkurát slapp undan at fáa klipp í koyrikortið, meðan tveir fingu klipp í koyrikortið. 

Kavaveðrið hevur eisini merkt arbeiðið hjá løgregluni, men tað hevur ikki havt so nógv uppá seg. Tað snýr seg um bilar, sum standa til fortreð hjá teimum, sum skulu rudda kava.

Onkur fráboðan er um bil, sum er gliðin í onkra veit og onnur smáttarí, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.