Borgarar skulu grava fyri egnum bili

Í Kvivíkar kommunu heita tey á sínar borgarar um at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, nú kavi liggur

Tað er vanligt, at kommunur siga frá, hvør raðfestingin er, tá kavagrevstur er.

 

Soleiðis er eisini í Kvívíkar kommunu, og á heimasíðuni hjá kommununi sæst kort, hvør raðfestingin er.

 

- Maskinan er stór, og trongt er at grava. Vit biða tí vinarliga um, at maskinan fær frið og pláss at arbeiða.

 

Í Kvivíkar kommunu heita tey á sínar borgarar um at hugsa seg um, hvar bilarnir verða settir, tá kavi eg.

 

- Borgarin skal grava fyri egnum bili, so hann fæst av vegnum, siga tey í kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at saltað verður eftir somu raðfesting, sum við kavaruddingini.

 

- Saltkassar standa ymsastaðni til borgarar at brúka, tá tað er neyðugt. 

 

Heitt verður eisini á borgarar í Kvívíkar kommunu um at siga frá, um saltkassin er tómur.