Stóri íslendski fótbóltsmiðilin, Fótbólti.net hevur gjørt eitt yvirlit sum eitur: "10 sum vilja gloyma fyrsta umfarið".
Her verður sipað til 10 leikarar í Bestudeildini í Íslandi, ið ikki livdu upp til væntaða støðið í fyrsta umfarinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Tveir føroyingar, Pætur J. Petersen hjá KA og Patrik Johannesen hjá Breiðabliki eru millum teir 10 leikararnar, ið Fótbólti.net heldur eiga at gloyma fyrsta umfarið í Bestudeildini.
Í báðum førum verður víst á, at bæði Pætur og Patrik misnýttu stórar málmøguleikar, tá KA og KR leiktu javnleik 1-1, og Breiðablik tapti 3-4 fyri HK.
HER sæst yvirlitið hjá Fótbólti.net við teimum 10 leikarunum, ið eiga at gloyma fyrsta umfarið.