Tveir fuglfirðingar til Zwolle

Felagið hjá Súna Olsen fer komandi vikuna at hava tríggjar føroyskar leikarar á vøllinum, tá venjingarnar fara fram

 

Fótbóltur


Eftirnavnið Eliasen hevur í mong ár verið ein fastur táttur í føroyska ítróttaheiminum, og serstakliga hevur tað verið í Fuglafirði, at soleiðis hevur verið.

Nú røkist tó fyri, at tað framyvir ikki bert verður í Fuglafirði og har um leiðir, at navnið verður at hoyra, tí leygardagin fara tveir fuglfirðingar til Hollands, har teir komandi vikuna skulu royndarvenja við hollendska FC Zwolle, har Súni Olsen nú í eitt gott ár hevur roynt seg.


Ov gamal?

Talan er um teir báðar, Bartal og Hanus Eliassen, úr ávíkavist GÍ og ÍF, sum nú fara at royna seg, og hóas talan í fyrstu atløgu bert er um royndarvenjing, so er tað ikki sørt, at hetta tykist eitt sindur spennandi.

Hósmorgunin fingu vit orðið á Bartal Eliasen, og hóast hann sum so ikki roknar við nøkrum sum helst, so heldur hann hetta ljóðar sum ein sera spennandi uppliving.

- Nú eri eg helst vorðin somikið gamal, at eg ikki eri so øgiliga áhugaverdur hjá útlendskum keyparum, men sjálvandi gleði eg meg til ferðina, sigur tann 25 ára gamli fuglfirðingurin.

- Bara tað at sleppa venja saman við yrkisleikarum og yvir høvur at liva sum ein slíkur í eina viku, er nakað, sum eg síggi fram til.

Hóast hetta ljóðar heldur lítillatið fyri stinna verjuleikaran hjá GÍ, so viðgongur hann sjálvandi, at um so er, at nakað spyrst úr venjingunum, so fer hann sjálvandi at umhugsa eitt møguligt tilboð.

- Tað fari eg sjálvandi, men sum sagt, so rokni eg ikki við nøkrum frammanundan, sigur hann.

Í hesum sambandi kann til stuttleikar nevnast, at ein av mætastu verjuleikarunum í heiminum, hollendski Jaap Stam, sum nú spælir við Lazio, eisini var rættiliga tilkomin, tá hann gjørdist fulltíðar yrkisleikari, og at liðið, sum hann fekk fyrsta sáttmálan við var júst FC Zwolle. So hóast hollendsku feløgini helst vilja hava leikararnar knýttar at sær longu sum stórar dreingir, so skal møguleikin hjá Bartali ikki heilt útilokast.


Ger sítt besta

Hjjá Hanusi Eliasen er støðan viðvíkjandi aldrinum eitt sindur øðrvísi. Hann er enn blaðungur, og hóast royndirnar í føroyskum fótbólti eru avmarkaðar til næstbestu røðina, so er einki at ivast í, at fótbóltsevnini hjá 17 ára gamla fuglfirðinginum eru í lagi.

Sjálvur er Hanus tó ikki so øgiliga nógv fyri at leggja nakað trýst á seg sjálvan, tá vit hittu hann á orði um frammanfyristandandi ferðina.

- Pauli hevur alla tíðina havt samband við Zwolle, síðani hann hjálpti Súna Olsen at koma til felagið, og nú sleppa Bartal og eg so at royna hetta,

Spurdur, hvørjum hann roknar við, nú farið verður avstað, sigur hann heldur smæðin, at tað veit hann sum so ikki.

- Tað er bara at gera sítt besta. So fáa vit at síggja. Tað er so ikki soleiðis, at eg verði vónbrotin, um einki hendir, heldur hann fyri.

Annars leggja teir báðir dent á, at teir sum so ikki kenna tað heilt stóra til felagið. Ikki annað enn tað, at Súni Olsen er í felagnum, men sum sagt, so gleða teir seg báðir til ferðina.

Umframt teir báðar leikararnar, verða eisini tveir føroyskir venjarar við á feðrini. Talan er um venjararnar hjá ÍF og GÍ, Paula Jarnskor og Johan Nielsen.