Eftir landsliðssteðg og koronasteðg í fleiri vikur verður tað í dag fótbóltur í bestu deildini. Fýra dystir eru í dag, og tann síðstu – 07 Vestur og ÍF – verður í annaðkvøld.
Merkisvert er tað, at tvey av liðunum hava nýggjar ábyrgdarmenn á beinkinum. Hjá 07 Vestur verður Magnus Powel fyrstu ferð á beinkinum í annaðkvøld, eftir at hann um mánaðarskiftið avloysti Heðin Askham, og hjá TB er Lars Heiliger fyri fyrstu ferð á beinkinum, síðani hann avloysti Michael Winter.
Fýra av dystunum í 12. umfari vórðu útsettir orsakað av koronu. Einasti dysturin, sum varð spældur, var tann millum NSÍ og KÍ. Hinir dystirnir eru útsettir til mikudagin 18. august: Víkingur – EB/Streymur, B68 – 07 Vestur og B36 – HB. TB og ÍF skuldu havt spælt sunnudagin 6. juni, men dysturin varð útsettur orsakað av koronu.
13. umfar
Í dag
KÍ – TB: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00
B68 – B36: Rúni Olsen kl. 16.00
HB – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Mánadagin
07 Vestur – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00
KÍ |
12 |
11 |
1 |
0 |
51 |
4 |
34 |
HB |
11 |
7 |
3 |
1 |
30 |
7 |
24 |
Víkingur |
11 |
6 |
4 |
1 |
24 |
10 |
22 |
NSÍ |
12 |
6 |
3 |
3 |
21 |
15 |
21 |
B36 |
11 |
4 |
5 |
2 |
19 |
13 |
17 |
ÍF |
11 |
3 |
2 |
6 |
15 |
32 |
11 |
EB/Streymur |
11 |
2 |
3 |
6 |
10 |
19 |
9 |
07 Vestur |
11 |
2 |
2 |
7 |
13 |
39 |
8 |
B68 |
11 |
1 |
3 |
7 |
12 |
32 |
6 |
TB |
11 |
0 |
2 |
9 |
6 |
30 |
2 |