Fyri eini viku síðani fekk kappróðrabáturin, Lómur av Argjum, rættiliga stóran skaða, tá ið hann varð tikin av vindi.
Og í gjár hendi tað aftur!
Tá ið tey vóru í ferð við at koyra bátarnar til húsar aftur eftir róðurin á Vestanstevnu í Sørvági, vórðu tveir bátar tiknir av vindi og fingi skaða.
Talan var um Blik av Argjum og Sílið í Havn, sum báðir fingu skaða, tá ið teir skuldu koyrast aftur til høvuðsstaðin.
Tað var fitt av vindi og komnir í Kollfarðadal, vórðu teir tiknir av eini hvirlu.
Løgreglan sigur, at Sílið lá mitt á vegnum og sá út til at hava fingið størri skaða. Hinvegin hevði tað eydnast fólki at binda Blik fastan í bilaverjuna og hann hevði ikki fingið stóran skaða.