Seinasta málið – sum var mál nummar 18 – á tingfundinum mikudagin var 2. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2024. Tað skulu ganga tveir yrkadagar millum tingviðgerðirnar, og ætlanin var, at 3. viðgerð skuldi koma á skrá í dag, sum eisini skuldi vera seinasta tingfundur í ár – sum endar við jólaborðhaldi hjá ting- og landsstýrisfólki í kvøld.
Jólaborðhaldið er vist ikki útsett. Men tey mugu so pent aftur til arbeiðis mánadagin at samtykkja løgtingsfíggjarlógina við 3. viðgerð. Tað mugu tingfólk gera, tí tá tingfundurin endaði mikukvøldið var klokkan 00:02. Og merkti, at tað var hósdagin. Og tá tað skulu ganga tveir yrkadagar millum tingviðgerðirnar, sum tingskipanin krevur, so kann 3. viðgerð ikki verða fyrr enn mánadagin.
– Ja, næsti dagur telur frá á midnátt, váttar Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, tá vit spyrja hana.
– Men tað er kanska gott tað sama, tí nógv mál eru á skrá til tingfundin í dag, sigur hon.
Ikki tí. Tað er eingin trupulleiki. Fíggjarlógin skal bara vera samtykt og lýst áðrenn vit koma inn í nýggja árið, so tey eru í hampuliga góðari tíð kortini, tó at ætlanin var at enda arbeiðsárið hesu megin jól við jólafrokostinum – so mugu ting- og landsstýrisfólk aftur til arbeiðis mánadagin.