Øssur Hansen hevur síðani á heysti í 2019 verið venjari í B68. Í 2020 vann liðið uppflyting í bestu deildina, og í ár eydnaðist tað væl og virðiliga at røkka málinum, sum var at varðveita plássið í fremstu røð.
Øssur er framvegis venjari í B68, har teir av álvara eru farnir undir at fyrireika nýggja kappingarárið, sum tað verður farið undir fyrst í mars.
Í dag boðar B68 frá, at André Olsen er nýggjur hjálparvenjari. Eins og Øssur Hansen so er André Olsen eisini uppvaksin í B68. Síðsta starvið, sum hann hevur havt í fótbólti, var í NSÍ, har hann inntil fyrst í august var hjálparvenjari. André avloysir Alex Jovevic, sum er nýggjur venjari í Fuglafirði.
Nýggjur fysiskur venjari í B68 er Allan Tungá. Hann hevur undanfarnu árini verið hjálparvenjari í B36.