Í dag kl. 14.00 føroyska tíð verður U21 landsdysturin í Baku millum Aserbajan og Føroyar.
Spenningurin er stórur í føroysku leguni, tí tað var ímóti hesum liðnum, at tað á heimavølli síðsta heyst eydnaðist at vinna 1-0.
Seinnapartin í gjár vandi føroyska liðið á tí sermerkta Tofikh Bakhramov-Republic Leikvøllinum í Baku. Tað tóktist trupult hjá leikarunum at fáa leikferðina upp í hitanum, og júst hitin verður ivaleyst størsta mótstøðan, tá ið dysturin verður kl. 18 lokala tíð.
Tveir leikarar, Odmar Færø og Pól Jóhannus Justinussen, noyddust at gevast at venja orsaka av skaðum, men vónir eru um, at teir verða klárir til dystin í dag.
Landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, hava sett liðið í 4-1-4-1 skipan við Gunnari Nielsen úr Motherwell í málinum. Í verjuni vera Fritleif í Lambanum, ÍF, Poul N. Poulsen, Skála, Poul Thomas Dam, HB og Erling Jacobsen, FC Amager. Beint framman fyri verjuna verður Kristoffur Jacobsen, KÍ. Miðvøllurin verður mannaður við Magnusi Olsen, B36, Sølva Vanhamar, Víkingi, Ólavi í Ólavstovu, HB og Levi Hanssen, EB/Streymur. Gudmund Nielsen úr B71 verður einsamallur í álopinum.
Á beinkinum verða sostatt Rógvi Poulsen, HB, Frank Poulsen, ÍF, Róaldur Jacobsen, B36, Øssur Dalbúð, NSÍ og eykamálverjin Tórður Thomsen, NSÍ og so eisini teir báðir smáskaddu Oddmar Færø, B36 og Pól Jóhannes Justinussen, B68.
Dysturin verður vístur beinleiðis í aserbajanskum sjónvarpi. Fólkatalið er átta milliónir.