Talan er um tvær stevnur í dag. Í Sundalagnum er FM-róður á skránni, og tá hesin er av, fara EB/Streymur g KÍ at spæla stevnudyst.
EB/Streymur hevur áður oyðilagt bæði stevnu- og festivalhýrin í Klaksvík, og so er spurningurin, um KÍ hesa ferð kann hevna seg. Hjá KÍ eru Kaj Ennigarð og Julian Samuelsen framvegis skaddir. EB/Streymur hevur hesa ferð alt sítt fólk tókt.
Í Runavík kemur HB á vitjan hja NSÍ á eystanstevnu. Meistararnir úr HB hava higartil havt sera óstøðug úrslit, og tí er kravið púrasta greitt, at ein sigur skal fáast til høldar hesaferð. Vinnur NSÍ, so verður munurin frá fyrsta plassið og aftur til HB heili átti stig.
Til uppgávuna hava báðir partar allar mans tøkar.
Dysturin í Runavík byrjar klokkan 18.30. Tann á Streymnesi byrjar klokkan 19.00.