Bæði Fróði Benjaminsen og Kári Nielsen eru leikarar við altjóða dystum og landsdystum í beinunum. Tað sama eru bæði Vagnur Mohr Mortensen og Rókur av Fløtum Jespersen, so hóast Sámal Erik Hentze má vera tveir týdningarmiklar leikarar fyri uttan, so hevur hann fingið tveir fínar mans aftrat hópinum.
Ætla niðan á vøllin
Sámal Erik Hentze er eisini positivur, tá tosað verður um dystin í annaðkvøld.
– Vit eru væl fyri og ætla at spæla okkara kjans, sigur hann. Sámal Erik Hentze greiðir frá, at hann ætlar, at lið hansara skal koma niðan á vøllin á sama hátt, sum vit hava sæð í landskappingini í ár.
– Eydnast hetta ikki, so hava vit eina plan b, so vit eru fyrireikaðir upp á eitt sindur av hvørjum, greiðir hann frá.
Vitan hansara um mótstøðuliðið er eisini stór. Sámal Erik Hentze greiðir frá, at AC Omonia júst er komið aftur av venjingarlegu í Eysturríki, har teir hava víst góðar taktir.
– Teir spæla við eini offensivari 4-3-3 skipan, har teir koma ógvuliga væl við upp í síðunum, fortelur Sámal Erik Hentze um liðið, ið hevur keypt 11 nýggjar leikarar til hetta kappingarárið, við tí fyri eyga at vinna meistaraheitið frá Apoel Nicosia, ið EB/Streymur mátti lúta fyri í gjár.
Bakandi heitt
HB spælir klokkan átta í annaðkvøld lokala tíð. Hetta fegnast Sámal Erik Hentze stórliga um, tí tá er ikki heilt so heitt, sum tað er um dagin.
– Tá vit vandu klokkan tíggju í morgun, var longu bakandi sól og 33 stig. Í morgin sigur hann frá heitari veðrið, men eg trúgvi ikki tað ber til, heldur Sámal Erik Hentze fyri.
Tískil kemur tað væl við, at dysturin liggur so mikið seint, tí tá HB vandi í gjárkvøldið var nakað av vindi og 26 stig, sum Sámal Erik Hentze lýsir sum deiligar umstøður.
Dysturin skal liva
Spurdur ítøkiliga um, hvat eitt gott úrslit hjá HB er, svarar Sámal Erik Hentze, at eitt mál telur nógv í hansara hugaheimi. – Tað hevði verið fantastiskt at skorað eitt mál. Um teir so fáa eitt, tvey ella trý er ilt at siga, men verður tað ikki meiri enn tað, so livir dysturin framvegis, tá vit skulu spæla í Gundadali, og tað er umráðandi, ger Sámal Erik Hentze greitt.
Hann hevur enn ikki endaliga avgjørt, hvussu lið hansara skal síggja út í annaðkvøld, men hetta hevur hann helst fingið upp á pláss í kvøld, tá seinasta venjingin hevur verið.
Myndatekstur:
Tá HB vandi klokkan tíggju í morgun var talan um 33 stig
Mynd: www.hb.fo