Tveir TB lyklaspælarar eru við aftur

Hjá EB/Streymi er miðvallari, sum av álvara hevur vunnið fast pláss, leikbannaður ídag

Tað eru tvey lið, ið onga orsøk hava at hugsa um europeiska luttøku og hóttan av niðurflyting, sum í dag hittast við Margáir.

EB/Streymur hevur 20 stig, og málið er at røkka ÍF, sum hevur 23 stig. Tað hevði verið vorðið sum avrik hjá Jákupi Martin Joensen og hansara monnum, um teir megnaðu at enda á sætta plássi, tá ið havt verður í huga, at EB/Streymur undan kappingarbyrjan varð roknað millum kandidatarnar at flyta niður.

Ein av teimum, sum av álvara hevur fótað sær á EB/Streyma miðvøllinum í heyst, er Hjalti Kárason Djurhuus. Í dag er hann leikbannaður. Tóki H. Johannesen, sum var leikbannaður í 2-1 tapinum í Klaksvík næstsíðsta leygarkvøld, er tøkur aftur. Tað er ivasamt, um miðverjin Mikkjal Hellisá verður førur fyri at spæla ídag.

EB/Streymur hevur fyrr í ár vunnið tvær ferðir ímóti TB – 2-0 við Margáir og 1-0 í Trongisvági.

TB hevur á áttanda plássi 15 stig. Tað eru átta stig aftur til AB á níggjunda plássi. Tað vil siga, at einki bendir á, at TB fer at enda í niðurflytingarvanda. Úrtøkan er nakað lakari, enn teir har suðuri høvdu ætlað sær, tá ið teir droymdu um at enda mitt á talvuni.

Í dag eru tveir lyklaspælarar, sum vóru leikbannaðir í 2-0 tapinum í Gundadali ímóti B36, tøkir aftur. Talan er um Poul Ingason og Dánjal Godtfred. TB venjarin Michael Winter segði seg eftir dystin í Gundadali vera væl nøgdan við hugburðin hjá hansara monnum.

EB/Streymur – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00.