Løgreglan hevur í kvøld tikið ein bilførara í Havn, sum hevði eina nokso høga promillu, sum løgreglan tekur til.
- Vit høvdu ein illgruna, og illgrunin var rættur, tá vit komu fram á bilføraran.
Løgreglan sigur, at síðstu nátt var eisini ein bilførari tikin í Norðurstreymoy fyri at koyra ávirkaður.
- Tað var hundapatruljan, sum kom fram á henda bilføraran.
Løgreglan sigur, at fólk eru ófør at boða frá, tá tey síggja, at fólk fara ávirkaði í bil.
- Hetta hevur vundið upp á seg, síðan fartelefonirnar komu og átøkini, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd ger, hava eisini havt sín týdning, sigur løgreglan.