Fiskivinna
- Øll gleða seg til várið, men tað hava vit ikki kunnað her suðuri seinastu árini, tí verkføll hava órógað okkum gerandisdagin. Hesi verkføll eru vorðin okkum ein marra á hvørjum vári, siga tey á Tvøroyri.
Fá munnu vera fegnari enn suðuroyingar, nú verkfallið hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag endiliga er av.
Nú kann Fiskavirking á Tvøroyri aftur keypa kongafisk og partvís upsa, sum verður skorin til flak og sendur ísaður av landinum. Hetta merkir eisini, at virkið kann geva trolarunum 3-4 krónur meira fyri eitt nú kongafiskin, tí virkið fær meira fyri sína vøru á útlendska marknaðinum.
Verkfallið hevur ført til, at fleiri djúpvatnstrolarar hava siglt á týska marknaðin við kongafiski, tí teir ikki fingu nøktandi prís í Føroyum, meðan verkfall var. Og tá ið so sølan uttanlands heldur ikki var nakað at reypa av, var eingin nøgdur, heldur ikki limirnir hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum sigla við hesum skipum.
Men verkfallið er av, og nú kann Fiskavirking á Tvøroyri avskipa og keypa fisk á uppboðssølunum sum frammanundan.
Research og
Vesturvarði
Tveir trolarar hava landað á Tvøroyri hesa vikuna.
Vesturvarði hevði 100.000 pund av upsa og kongafiski og Research, sum landaði hósdagin, hevði umleið 70.000-80.000 pund av upsa og øðrum fiskasløgum.
Á Fiskavirking á Tvøroyri hava tey eisini arbeitt nakað av útróðrarfiski.
Tá ið viðrar, eru fleiri bátar á útróðri, bæði við línu og snellu, og sum skilst, hevur
fiskiskapurin verið hampiligur ? um ikki nakað av reypa av.
- Vit hava havt nóg mikið at gera hesa vikuna, siga tey á Fiskavirking á Tvøroyri,
samstundis sum tey fegnast um, at ?marran? nú endiliga er av á hesum sinni.