Tað verður føroysk ferðsla í adventini suður til Týskland og Niðurlond, og tað kann væl vera, at ikki so fáar jólagávur fara at liggja undir jólatrøunum heima á landi, sum eru keyptar í Týsklandi ella kanska Amsterdam.
Føroyar vunnu aftur í dag ímóti Litava, og harvið er tað greitt hjá eldhugaðu føroysku hondbóltsfjepparunum at bíleggja atgongumerki fyri at vera við í HM endaspælinum.
Føroyska liðið vísti eftir steðgin í dag karakterin og styrkina, sum skuldi til. Undan steðginum var tað fjáltur á, og tað sást aftur í, at talan var um óvanliga nógv mistøk. Litava tapti mikukvøldið við 10 málum í høllini við Tjarnir. Frá fyrsta bríksli í dag góvu tær til kennar, at tær áttu meiri í sær, enn tær vístu mikukvøldið, og tá ið liðini fóru at hvíla seg, var støðan 14-11 til heimaliðið.
Frá venjarunum fingu spælararnir at vita, at avrikið hevði verið væl undir tað, sum tað áttiat verið, og eftir steðgin var føroyska liðið hamskift. Eftir lítlari løtu var 16-16, og eina løtu var føroyska liðið frammanfyri við trimum málum.
Dagsins spælari hjá Føroyum var málverjin Rakul Wardum, sum bjargaði 17 ferðir
So var tað avgjørt, at tað vera Føroyar og ikki Litava, sum fara at taka lut í HM endaspælinum. Síðstu løtuna var fokus hjá føroysku spælarunum ikki tað, sum tað hevði verið, og tað endaði við 30-29 sigri til heimaliðið. Tað tekur tó einki av sigurssæluni hjá føroyingunum, sum samantalt vunnu við níggju málum.
Síðstu løtuna skiftu føroysku venjararnir nógvar spælarar inn, so allar í hópinum kundu kenna smakkin av at hava verið við til at vinna atgongumerkið til HM luttøkuna. Tað gekk útyvir rútmuna í spælinum og harvið úrslitið. Men yvirskipað tók tað einki frá føroyska liðnum og kátu og sera væl suðlandi fjepparunum, sum dusaðu sær.
Føroysku hondbóltskvinnurnar hava skrivað søgu. Tær hava verið við í EM endaspæli, og nú hava tær fyri fyrstu ferð tryggjað sær pláss í HM endaspæli. Fyri fáum árum síðani var tað dreymur at Føroyar skuldu luttaka í HM endaspæli. Nú er tað veruleiki. Hjartaliga til lukku spælararnir og øll tit kring liðið, til lukku HSF og føroyskur hondbóltur og føroyskur ítróttur og føroyingar allir.
Litava – Føroyar 30-29 (14-11)
HM undankappingardystur í Jonavos Sporto Arena í Jonava í Litava sunnudagin 13. apríl kl. 15.00
Føroyar
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 4
Rannvá Olsen 3
Pernille Brandenborg 3
Elsa Egholm 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Karin Egholm 1
Marita Mortensen
Bjarta Osberg Johansen
Súna Krossteig Hansen
Brynja Høj
Fríða Nolsøe Olsen
Málverjar
Rakul S. Wardum 17/47 36,17%
Silja Arngrímsdóttir Müller 0/0
Á beinkinum
Claus Leth Mogensen
Simon Olsen
Jens á Skipagøtu
Beinta Bendix Laursen