- Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuni.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Tey stóru ísfiskalínuskipini eru fá í tali, kanska tvey ella trý. Síðan eru nakrir útróðrarbátar, sum hava egningarmaskinu.
Frystilínuskipini eru fleiri, og í løtuni eru tvey á Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank.
- Frystilínuskipini fáa mest av toski og kalva, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at nøkur frystilínuskip liggja við bryggju, og væntandi fer onkur út í vikuni.
Um útróður teir næstu dagarnar verður sagt, at streymurin verður brúkiligur, men harðnar, sum vikan gongur.
- Veðrið verður gott ein stóran part av vikuni. So vit rokna við, at nakað verður av útróðri.
Á Fiskamarknað Føroya siga tey, at útróðrarbátar hava havt brúkiligan fiskiskap í seinastuni.