Eitt russiskt álop móti Sumy, sum er í landnyrðingspartinum av Ukraina, drap tvey fólk tíðliga í morgun.
Samstundis hava fleiri fólk fingið skaða.
Tað sigur hernaðarliga umsitingin í økinum kring Sumy í fráboðan.
- Tvey fólk eru deyð sum avleiðing av loftálopinum, og fýra fólk hava fingið skaða, teirra millum tvey børn.
- Tey særdu fáa neyðuga læknahjálp, verður sagt.
Tað er ikki greitt, um nakar av teimum særdu er í lívsvanda.
Sumy hevur mark til Russland, sum ikki hevur gjørt viðmerkingar til fráboðanir um álopið.
Fyrr hevur landið ofta sagt, at álopini hjá teimum hava til endamáls at rætta seg móti undirstøðukervinum í Ukraina til hernaðin, orkuveitingar og flutning, og ikki ukrainsk sivilfólk.
Borgarstjórin í Sumy, Oleksij Drozdenko, sigur, at bæði hús og bilar eru oyðiløgd í álopinum.
- Øll neyðtænastan er á staðnum, sigur hann á Telegram.
Sumy liggur á markinum til russiska økið Kursk, har Ukraina 6. august gjørdi eitt óvæntað álop á russiskt øki. Túsundtals ukrainskir hermenn komu inn higar.
Samstundis ganga russiskir hermenn so smátt fram í eystara parti av Ukraina.
Ukraina hevur biðið Vesturheimin um fleiri vápn til at styrkja loftverjuna.
Álopið í dag kemur góða viku eftir, at Sumy varð rakt av enn einum álopi. Tá doyðu eisini tvey fólk, meðan átta fingu skaða.
Myndugleikarnir í økinum søgdu eftir fyrsta álopið, at heitt varð á íbúgvar í fleiri býum nærhendis markinum um at fara úr húsum sínum.
Sagt varð eisini, at túsundtals longu høvdu gjørt tað.
/ritzau/AFP