Føroysku liðini eru ikki longur við í evropeiskum fótbólti í hesum kappingarárinum. Tað er greitt, nú tvey tey seinastu liðini vórðu varpað úr Europa League í kvøld. B36 tapti fyri turkiska stórfelagnum, Besiktas, meðan Torpedo Kutaisi úr Georgia tók sær av føroyameistarunum úr Víkingi.
B36, sum tapti fyrra dystin 2-0 heima í Gundadali, helt støðuna rímiliga leingi á stóra Vodafone Park í Istanbul, har kanadiski áleyparin, Cyle Larin, legði heimaliðið á odda 1-0 eftir góðum hálvum tíma. B36 fekk ikki reiðiliga spælingarnar at sita, sum kundu skapt mótálop, og beint fyri hálveikssteðgin var tað Caner Erkin, sum økti til 2-0 til Besiktas.
Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama. Besiktas legði trýst á meðan B36 vardi við øllum monnum, og hóast B36 fekk okkurt mótálop og eitt nú royndi seg við langskoti, so var tað Besiktas, sum gjørdi tað til 3-0 gott korter inn í seinna hálvleik. Hann stútaði eitt innlegg úr vinstru í málið, og tað sama gjørdi Oguzhan Ozyakup, tá ið hann gjørdi tað til 4-0 eitt korter fyri leiklok.
Besiktas sat so ruddiliga á dystinum, og góðar 10 minuttir fyri leiklok fullførdi Cyle Larin sítt hattrikk, tá ið hann eftir gott uppspæl gjørdi tað til 5-0. Í yvirtíðini fekk Besiktas brotsspark, sum innskifti Vagner Love tók sær av og gjørdi tað til 6-0. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og við samlaðum 8-0-sigri hevur Besiktas nú sent B36 úr Europa League.
Víkingur tapti 3-0 í fyrra dystinum á útivølli, og vónirnar um eitt ótrúligt comeback byrjaðu longu at hvørva eftir góðum 10 minuttum, tá ið Milos Lacny legði gestirnar á odda 1-0 á Svangaskarði. Georgiska liðið legði ikki júst nakað stórt trýst á Víking, men teir tóku av tá ið teir vitjaðu í brotsteiginum, og Mamuka Kobkhidze syrgdi um miðan fyrra hálvleik fyri, at Torpedi Kutaisi fór til hálvleiks á odda 2-0.
Í seinna hálvleiki fekk Torpedo Kutaisi tvey mál afturat. Fyrst var tað ein leysur Olexandr Azatskiy, sum beint áðrenn tímaslagið gjørdi tað til 3-0, og smáar 10 minuttir fyri leiklok gjørdi innskifti Tornike Kapanadze tað til endaliga úrslitið, 4-0 til Torpedo Kutaisi. Georgiska liðið vann harvið dystin samanlagt 7-0.
Beinleiðis tekstafrásagnirnar, sum in.fo hevði frá dystunum, kunnu lesast niðanfyri:
Besiktas – B36 6-0 (2-0)
1-0: Cyle Larin, 31.
2-0: Caner Erkin, 43.
3-0: Cyle Larin, 61.
4-0: Oguzhan Ozyakup,74.
5-0: Cyle Larin, 79.
6-0: Vagner Love, 90.+ (br.)
Liðugt: Besiktas vinnur 6-0 í kvøld og harvið samanlagt 8-0.
92min.: 6-0 til Besiktas! Bjarni Petersen nertir bóltin við hondini í brotsteiginum, og Vagner Love umsetir brotssparkið til mál.
90min.: Tveir minuttir eru lagdir afturat.
81min.: B36 hevur havt horna, men einki spurdist burturúr.
79min.: 5-0 til Besiktas! Gott gjøgnumspæl endar við, at Cyle Larin setir bóltin í málið til 5-0. Hann hevur nú skotið hattrikk.
74min.: 4-0 til Besiktas! Sama uppskrift sum til 3-0-málið. Innlegg úr vinstru endar við, at bólturin verður stútaður í málið. Hesaferð eitur málskjúttin Oguzhan Ozyakup.
70min.: B36 fremur sína triðju og seinastu útskifting. Kaimar Saag, sum kom inn fyrra skadda Lukasz Cieslewicz í fyrra hálvleiki, verður nú skiftur út aftur. Í hansara stað kemur Magnus Holm Jacobsen.
65min.: Besiktas er greitt omaná.
62min.: B36 skiftir út. Michal Przybylski hevur runnið fyri seg, og inn kemur Hugin Samuelsen.
61min.: 3-0 til Besiktas! Eftir innlegg er Cyle Larin hægstur og stútar Besiktas á odda 3-0.
52min.: Michal Przybylski setir ferð á í einum mótálop og fær hornaspark burturúr.
49min.: Besiktas roynir somu uppskrift. Dundurskot úr 30 metrum, men Trygvi Askham bjargar.
48min.: Eli F. Nielsen roynir seg við langskoti úr 30 metrum, men Tolga Zengin bjargar.
Hálvleikur: Besiktas er á odda 2-0.
45min.: Tveir minuttir eru lagdir afturat.
43min.: 2-0 til Besiktas! Eftir gott uppspæl í høgru endar bólturin aftast í feltinum hjá Caner Erkin, sum langar bóltin í mál til 2-0.
38min.: Cyle Larin stútar á stongina.
35min.: Andrias Eriksen fellur Ryan Babel beint uttanfyri brotsteigin. Jeremain Lens rakar í múrin, og síðani endar tilvildarligur møguleiki við at Trygvi Askham bjargar.
31min.: 1-0 til Besiktas! Eftir gott uppspæl verður Cyle Larin spældur í góða støðu, og hann leggur heimaliðið á odda 1-0.
30min.: Vandi hevur verið á ferð nakrar ferðir, men Trygvi Askham í B36-málinum og Odmar Færø í B36-verjuni eru komnir upp ímillum.
28min.: B36 verjir langt afturi á vøllinum. Fremsti maður, Michal Przybylski, er eisini í aftasta triðinginum á vøllinum.
20min.: Eftir gott innlegg úr vinstru stútar Tolgay Arslan beint framvið B36-málinum.
18min.: Lukasz Cieslewicz fer skaddur av vøllinum. Hann verður útskiftur, og í hansara stað kemur Kaimar Saag.
15min.: Eftir innlegg er Ryan Babel um at fáa høvdið á.
10min.: Besiktas er omaná, men enn er B36-verjan tøtt.
5min.: B36 hevur vitjað í Besiktas-brotsteiginum við longum innkasti. Lukasz Cieslewicz fær nú viðgerð eftir at hann takklaði Jeremain Lens.
1min.: Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: Tað eru 26 hitastig í Istanbul í kvøld, har B36 spælir frammanfyri stórari mannafjøld á Vodafone Park, har pláss er fyri útvið 42.000 áskoðarum.
Undan dystinum: Dómari í kvøld er Carlos Xistra úr Portugal.
Byrjunaruppstillingar
Besiktas: Tolga Zengin – Gökhan Gönül, Necip Uysal, Fatih Aksoy, Caner Erkin – Tolgay Arslan, Gary Medel, Adriano – Jeremain Lens, Cyle Larin, Ryan Babel
B36: Trygvi Askham – Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Erlendur Magnusson – Robert Heðin Brockie – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Michal Przybylski
Víkingur – Torpedo Kutaisi 0-4 (0-2)
0-1: Milos Lacny, 11.
0-2: Mamuka Kobkhidze, 24.
0-3: Olexandr Azatskiy, 59.
0-4: Tornike Kapanadze, 82.
Liðugt: Torpedo Kutaisi vann 4-0 í kvøld og harvið samanlagt 7-0.
90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat.
82min.: 4-0 til Torpedo Kutaisi! Gott skjótálop endar við, at Tornike Kapanadze ger tað til 4-0.
75min.: Tað er rættiliga deydligt á Svangaskarði.
69min.: Víkingur fremur einki minni enn eina trífalda útskifting.Andreas Lava Olsen, Karl Løkin og Gunnar Vatnhamar verða útskiftir fyri Adrian Cascaval, Heðin Hansen og Dennis Nieblas.
72min.: Tað eru 304 áskoðarar á Svangaskarði í kvøld.
67min.: Sølvi Vatnhamar hevur fingið gula kortið.
59min.: 3-0 til Torpedo Kutaisi! Eftir eitt innlegg er Olexandr Azatskiy púra leysur og leggur gestirnar á odda 3-0.
55min.: Eftir at hava lagt eitt høgt trýst fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki er Víkingur nú dottið eitt vet longri aftur á vøllin.
50min.: Víkingur hevur fingið eina frískliga byrjan upp á seinna hálvleik. Tað er eisini greitt, at teir mugu satsa, skulu teir fáa nakað burturúr hesum dystinum.
Hálvleikur: Gestirnir eru á odda 2-0.
42min.: Víkingur hevur havt nøkur góð uppspøl, men tað er ikki serliga vandamikið.
40min.: Gott Víkinga-uppspæl, sum endar við innleggi frá Hanusi Jacobsen. Málverjin hjá Torpedo Kutaisi fær bóltin.
38min.: Víkingur er aftur um at koma í góða støðu, men floytað verður fyri rangstøðu.
30min.: Sølvi Vatnhamar er um at sleppa í góða støðu.
27min.: Gestirnir hava havt lítla yvirvág í spælbýtinum.
24min.: 2-0 til Torpedo Kutaisi. Mamuka Kobkhidze hevur lagt gestirnar á odda 2-0.
16min.: Andreas Lava Olsen er tætt við at javna eftir gott uppspæl og innlegg.
15min.: Víkingur hevur havt trý hornaspørk.
11min.: 1-0 til Torpedo Kutaisi! Eftir eitt lúrið skot leggur Milos Lacny gestirnar á odda 1-0.
5min.: Tað hevur verið ein friðarlig fyrsta løta.
1min.: Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: Dómari í kvøld er Lee Evans úr Wales.
Byrjunaruppstillingar
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Hjalti Strømsten, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Karl Løkin, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic – Andreas Lava Olsen, Adeshina Lawal
Torpedo Kutaisi: Kvaskhvadze – Gegechkori, Kobakhidzem, Azatskiy, Khurtsilava – Dolidze, Tsintsadze, Hlinka, Kimadze – Gigauri, Lacny