Tvey ferðsluóhapp hava tarnað ferðsluni

Bæði vóru inni í Eysturoynni

Fyri einum góðum tíma síðani varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi á Kambsdali. Har fingu tríggir bilar skaða við tað, at ein rendi upp í reyvina á einum øðrum bili, sum so aftur var skumpaður upp á reyvina á tí triðja bilinum.

 

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hví tann aftasti bilurin rendi á, men øll fólkini, sum vóru í bilinum komu úr bilinum við egnari hjálp, men av trygdarávum eru tey kortini øll farin á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Har hevur ferðslan verið tarnað í ein tíma, men har glíður ferðslan aftur. Fyri eini løtu síðani hendi eisini eitt ferðsluóhapp á Lambareiði, men tey vita ikki, hvat er hent. Eisini har hevur ferðslan verið tarnað, men eisini har er vegurin opin aftur.