Tvey ferðsluóhapp í hálkuni í gjár

Í gjár fekk løgreglan boð um tvey ferðsluóhapp í hálkuni

Annað var í Suðuroy um hálvgum níggjutíðina. Har var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Hitt var á Gomlurætt beint eftir midnátt. Sambært vaktleiðaranum var í báðum førum ring koyrilíkindi, hált og kavi, so bilarnir gliðu út í vegjaðaran. 

Vaktleiðarin sigur, at eingin er skuldsettur í málunum, sum verða roknað sum hálkuóhapp. Hvørki rúsdrekka ella ov nógv ferð vóru orsøkin, og tí verður ikki meira gjørt við málini.