Tvey føroyingalið, Mjøndalen hjá Meinhardi E. Olsen og Sandnes ULF hjá Gullbrandi Øregaard kappast um at vinna seg millum seks tey ovastu liðini í næstbestu fótbóltsdeildini í Noregi.
Meinhard spældi allan dystin tá Mjøndalen á heimavølli vann 3-0 á Grorud á heimavølli. Syver Eriksen legði Mjøndalen á odda 1-0 sjey minuttir undan steðginum. Martin Ovenstad økti til 2-0 tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum, og minuttin aftaná gjørdi Grorud sjálvmál, og so var løst og liðugt.
Gullbrandur fekk tíverri ikki spælitíð í dag, tá Sandnes ULF á heimavølli leikti javnleik 2-2 móti Stabæk. Úrslitið er stórt vónbrot hjá Sandnes, ið var á odda 2-0 tá 15 minuttir vóru leiktir.
Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin fyri Bryne, ið á útivølli vann 2-1 á Åsane á útivølli. Stóra hetjan hjá Bryne var Robert Undheim, ið legði Bryne á odda 1-0 tá 36 minuttir vóru farnir, og skoraði sigursmálið í 89. minutti.
Sandnes er nummar seks við 44 stigum. Mjøndalen er nummar átta við 42 stigum. Bryne er nummar 10 við 35 stigum.
Bert eitt leikumfar er eftir. Í seinasta leikumfarinum, ið verður leikt komandi leygardag tekur Bryne móti Sandnes ULF. Sama dag spælir Mjøndalen á útivølli móti Stabæk. Tapir Sandnes ULF og vinnur Mjøndalen enda Meinhard og liðfelagarnir á sætta plássinum, ið gevur rætt til at spæla uppflytingardystir. Tá møtast nummar trý og nummar seks, og nummar fýra og nummar fimm. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina.